Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vilhelm Johannesen vitjaði á Norðlýsinum í 2015, har hendan myndin er frá, og fingu vit eitt lítið prát við hann um Norðoyastevnu, fótbólt og annað, sum hann mintist Norðoyastevnuna frá sínum ungu døgum. | Mynd: Oliver Joensen

Vilhelm Johannesen in memoriam

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.04.2022 - 12:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tann 10. apríl bórust sorgarboðini um, at Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, blaðstjóri, postmaður og býráðslimur, ikki longur var okkara millum.

Vilhelm Johannesen var Klakksvíkingur við 4 k’um, men fyrst og fremst var hann Búðamaður. Foreldrini vóru Estrid og Bethuel Johannesen, og Vilhelm varð føddur undir øðrum veraldarbardaga tann 4. august 1942, og fyrstu tíðina av vaksnamannalívinum var hann postboð. Tá ið hann var í fyrru helvt í tríatiárunum fór hann upp í politikk, fyrst í kommunupolitikk í Klaksvíkar Kommunu í 1975.

Tá í tíðini var politikkur ikki nakað fulltíðarstarv, og Vilhelm starvaðist sum postmaður afturat politiska starvinum, uttan tá ið hann sat í Landsstýrinum. Megnarverkið, bókin “Postur í Føroyum 1870-2000” liggur eftir Vilhelm. Umframt kommunupolitikk og postútbering var Vilhelm eisini blaðstjóri á Sosialinum í fleiri ár í sjeytiárunum. Vilhelm var ein holl og støðug kelda hjá Norðlýsinum, tað verið seg politiskt ella søguligt. Vilhelm hevði eitt minnið sum fáur og hóast stjóri hjá kappingarneytanum var Vilhelm altíð opin fyri at hjálpa lokalblaðnum. 

Seinast í sjeytiárunum gekk leiðin inn í landspolitikk. Og júst eins og sonurin Aksel gjørdi fjøruti ár seinni, so gjørdist Vilhelm Johannesen landsstýrismaður, áðrenn hann varð valdur á Løgting. Í 1979 bleiv Vilhelm landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, og árið eftir varð hann valdur á ting fyri táverandi Norðoya valdømi.

Drúgva politiska karrieran hjá Vilhelmi Johannesen vardi í meira enn 40 ár, frá 1975 til 2008, tá hann at enda valdi ikki at stilla upp aftur. Tá var Vilhelm tætt við pensiónsaldur, ongin kann siga, at Vilhelm Johannesen ikki hevur tænt fyri seg og væl tað. Tvørturímóti er tað øgiliga nógv, ið liggur eftir hann. Ein varði eftir Vilhelm er Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðargrunnurin, sum Vilhelm legði fram sum landsstýrismaður á sinni, og sum seinni varð veruleiki.

Á privata økinum hevur Vilhelm Johannesen sanniliga eisini sett við eftir seg, bæði í vinnulívi og í politikki. Saman við konuni Johild átti Vilhelm fimm børn. Elsti sonurin Líggjas og miðlingurin Bethuel eru primus motorar í fiskivinnuni í Klaksvík sum skiparar á Klakki, har Líggjas er útgerðarmaður. Dóttirin Ragna er virkin í fakfelagspolitikki, meðan dóttirin Signhild og yngsti sonurin Aksel hava fylgt í fótasporum pápans, har Signhild er virkin í kommunalpolitikki og Aksel í landspolitikki, sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Umframt tey situr abbasonur Vilhelms, Beinir Johannesen, eisini á Løgtingi sum abbin.

Missurin hjá okkum og hjá allari Klaksvíkini er svárur, men kann als ikki samanberast við tann sakn og ta sorg, ið nú hevur rakt tykkum avvarandi. Okkara tankar eru hjá tykkum og vit vóna inniliga, at tit kunnu finna troyst í minnunum um Vilhelm, sum er farin úr okkara heimi, men avgjørt ikki úr okkara hjørtum.

Við hesum fátæku orðum skal friður verða lýstur yvir búðamannin Vilhelm Johannesen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"