Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroya og føroyinga Merki í meira enn eina øld. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Tjóðarmerki alra føroyinga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2022 - 15:03 Leiðarin Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Hóast mótstøðu í byrjanini er í dag valla nakar í Føroyum, kanska nøkur heilt fá, ið ikki sær reyða, hvíta og bláa flaggið Merkið sum sítt Merki. Tí flaggið, sum Jens Oliver Lisberg evnaði til og læt flagga á Regensen fyri meira enn eini øld síðani, er í dag okkara felags flagg, ið umboðar allar Føroyar, einar sameindar Føroyar, úteftir.

Lítið mundi tann 26-ára gamli bretski heryvirmaðurin Mason gruna, at hann, tá ið hann sum tann fyrsti nakrantíð viðurkendi Merkið sum flagg Føroya tann 25. apríl í 1940, í veruleikanum skapti eina nýggja føroyska hátíð, sum meira enn nøkur onnur føroysk hátíð gjørdist felags fyri alt Føroya land. Hetta hendi ikki fyrrenn í 1947, tá Mason og hinir bretsku hermenninir langt síðani vóru farnir heim aftur.

Síðani tá hava føroyingar á hvørjum ári fagnað Merkinum, og flaggdagurin kann í roynd og veru sigast at vera tjóðarhátíð føroyinga, tí her fagna vit merkinum fyri allari føroysku tjóðini í øllum Føroyalandi. Danir hava rættiliga klossut roynt seg við at flagga á ólavsøku á bæði skeivum dato og við skeivum flaggi. Hendan fagnaðardagin lata vit tað liggja, men hiðani skal kortini ljóða ein áheitan á ríkismyndugleikarnar um at flagga við Merkinum á flaggdegnum 25. apríl. Tað nýtist ikki at koma í staðin fyri ólavsøkuflaggingina, men kann væl koma umframt.

Tað var neyvan av tilvild, at Norðoyatunnilin í 2006 læt upp beint eftir flaggdagin sama ár. Tí við honum fingu vit enn eina sameining av tveimum økjum, sum frammanundan høvdu sera nógv til felags, og sum við undirsjóvartunlinum endiliga vórðu sameind av sonnum. Vit minnast enn, hvussu flaggað varð við Merkinum líka frá flaggdegnum í 2006 og líka inn í mai, tá gerandisdagurin aftur tók yvir.

Fyri skammari stund varð enn ein tunnil samtyktur, tann til Fámjins, har flagg Lisbergs og alra føroyinga prýðir Fámjins Kirkju. Eisini hann ímyndar sameining og ger hesi sermerktu bygd vestantil í Føroyum til samrunnan part av einum sameindum Føroyum. Størstu nyttuna fáa sjálvsagt fámjiningar sjálvir, men ongin ivi kann vera um, at væl fleiri fólk, bæði føroyingar og útlendingar, nú fara at leggja sær leiðina vesturum at síggja upprunaliga Merkið.

Vit sleppa ikki tó undan at viðurkenna, at split var í fólkinum stutt eftir seinna heimsbardaga, bæði um flagg og loysing. Men longu í 1948 tykist fólkasemja vera um Merkið, tá ið bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru við til at samtykkja Heimastýrislógina, harí tað stendur í §12, at Føroyar skulu hava serligt flagg, og tað var onki minni enn ein sjálvfylgja, at tað flaggið gjørdist Merkið.

Tað er eisini púra víst, at tá ella um Føroyar loysa, so verður tað framhaldandi Merkið, ið verður okkara flagg. Og hendir tað, hví so ikki taka loysingina ein 25. apríl?

Góðan flaggdag, allir føroyingar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…