Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tryggleikin hjá sjúklingunum hevur sera nógv at siga fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. | Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús.

Klaksvíkar Sjúkrahús brynjar seg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.05.2022 - 20:18 Tíðindi

Fleiri nýggjar starvsfunktiónir og harvið nýggj starvsfólk eru settar í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Serliga er tað endurvenjingin, ið hevur fingið størri uppmerksemi, og fokus er eisini sett á mat sum part av sjúkraviðgerð.

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er víðkaður og virksemi har er ment seinasta árið. Eftir eina væleydnaða royndarverkætlan bleiv eitt kostfakligt starvsfólk sett í starv sum máltíðarvertur og samskipari millum køkin og seingjadeildina. Endamálið er at røkka tørvin hjá tí einstaka í mun til føðslu, og tryggja eitt gott tvørfakligt samstarv um matin, har sjúkrahúsið “arbeiðir fyri felags máli, vitan og virðing”, sum tað stendur.

Sjúkraflutningstænastan hevur fingið eina bakvakt, soleiðis at tað nú altíð eru tvær vaktir klárar. Áðrenn hevur tað verið við vælvild frá starvsfólkunum, at teir hava tikið túrar ella hava átikið sær vaktina, tá teir hava frí. Nú er tað skipað sum ein bakvakt, har teir í sjúkraflutningstænastuni vita, at teir kunnu blíva innkallaðir, og í hvørjum tíðarskeiðum teir kunnu rokna við tí. Tað ger tað lættari at innkalla, og nú er ein “bundin” vakt eftir, um forvaktin fer avstað.

Á fysiurgisku deild er ein psykomotoriskur terapeutur settur í starv, ið tekur sær av avspennandi venjingum og viðgerðum til ymiskar sjúklingabólkar, so sum fólk við sclerosu, hjartasjúklingar, fólk við trauma og pínusjúklingar. Eisini er ein audiologopedur settur í samlaða sjúkrahúsverkinum, sum er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tvær ferðir um vikuna, har hann ger venjingar/viðgerðir við fólki, ið hava talutrupulleikar.

Í oktober varð fyri fyrstu ferð skipað fyri endurvenjingarskeiði fyri fólk við sclerosu, og har var matur, sum nevnt omanfyri, partur av viðgerðini/skeiðnum.

Eisini verður skrivað í ársfrágreiðingini, at almenni royki-politikkurin hjá Sjúkrahúsverkinum er settur í verk. Frá 1. januar í ár hevur ikki longur verið loyvt at roykt í arbeiðstíð, og hetta er ikki einans væl móttikið. Blandaðar kenslur og ymsar meiningar hava verið um tað, men sjúkrahúsið byrjaði so at bjóða roykiavvenjingarskeið í november 2021, og nøkur hava valt at taka av, meðan onnur hava valt at royna at klára tað sjálvi.

Alt hetta og meira kann lesast í ársfrásøgnini:

Ársfrásøgnin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri 2021

Lýsing
Seinastu tíðindini
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…
Skoyta í dag frá 15 til 20
Lands­liðsvenjarar savnaðir
Búskapur í øllum: Laksaprísu­rin stimbrar…
Ægir: Tórir Olsen vann gull í Íslandi
Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í…
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Mi…
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið