Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í Íslandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.01.2026 - 07:17 Ítrottur Tíðindi

Oddbjørg í Buð Justinussen og Birna K. Jacobsen umboðaðu á fyrsta sinni føroyska landsliðið í altjóða kapping

 

Ein stórur hópur við 11 badmintonleikarum hava síðstu dagarnir luttikið í altjóða góðkendu kappingini RSL Reykjavík International 2026. Føroyski landsliðshópurin hevur áður luttikið í hesi árligu kapping, sum íslendska badmintonsambandið skipar fyri saman við Badminton Europe.

Hesa ferð komu øll tey tilmeldaðu við til kappingina, sum ikki er nøkur sjálvfylgja. Oddbjørg í Buð Justinussen og Birna K. Jacobsen umboðaðu á fyrsta sinni føroyska landsliðið í altjóða kapping.

Í einmansleiki spældu leikararnir nógvar dystir í kvalifiserandi umfarinum, men tíverri komu tey akkurát ikki víðari til høvuðskappingina.

Í tvímansleiki komu fýra pør víðari til áttandapartsfinalurnar, trý í tvímansleiki og eitt í blandaðum tvímansleiki. Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum vunnu í áttandapartsfinaluni á einum fronskum pari, har tann eina duellin í triðja settinum tók 64 sløg yvir netið. Tær komu sostatt í fjórðingsfinaluna, har tær møttu einum sterkum pari úr Danmark. Í øðru setti hevði danska parið heili 5 matchbóltar, men føroyska parið vann settið 27-25. Í triðja og avgerandi settinum taptu Bjarnhild og Miriam tepurt 17-21.

Annars kann nevnast, at Sanna og Mia Thorkildshøj spældu ein dyst við nógvum longum “duellum” móti einum pari frá Bulgaria. At Sanna og Asbjørn møttu einum sterkum pari frá Onglandi, meðan Rúni og Asbjørn møttu einum sterkum fronskum pari (seedað nummar 5).

Fai Yin Wong, landsliðsvenjari, er við á ferðini í Reykjavík, har hann eisini hevur coachað leikarunum. Wong er væl nøgdur við úrtøkuna, sum avspeglar áhaldandi menningina av fremstu leikarunum. Ein góð, gevandi og mennandi kapping.

Fyri einstøku landsliðsleikararnar inniber luttøka í slíkum altjóða góðkendum kappingum, at hesi vinna sær altjóða ratingstig, sum bøtir um møguleikan fyri at sleppa til aðrar altjóða kappingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í…
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Mi…
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013