Lýsing
Lýsing
Lýsing

Øll harmoni- og hornorkestur í Føroyum hittast á Eiði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2022 - 15:00 Mentan Tíðindi

Árliga Musikkstevnan verður, sum flestu árini frammanundan, aftur hildin í ár á dýrabiðidegi 13. mai.

Musikkstevnan er tiltakið, har øll harmoni- og hornorkestur í Føroyum hittast at framføra síni kynstur.

Fyrsta Musikkstevnan varð fyriskipað av Vestmanna Hornorkestri í 1966. Síðani tá hevur Musikkstevnan verið hildin á hvørjum ári, uttan í 2020, tá hon bleiv avlýst orsaka av koronu farsóttini. Men í ár verður hon aftur hildin sum vanligt.

Og í ár er tað Eiðis Ljómfelag – sum er mannað við spælarum kring Sundalagið og bygdunum nærhendis – sum er vertur fyri stevnuni. Sjálv Musikkstevnan verður hildin í Ítróttarhøllini á Eiði dýrabiðidag.

Sum nevnt er hetta dagurin, sum øll orkestrini venja hart fram ímóti, og ein ávís kapping er altíð ímillum orkestrini, um at hava ta mest spennandi skránna. Her verður høvið at hoyra bæði kend og minni kend løg, løgd til rættis fyri antin harmoni- ella hornorkestur.

 

Konsertin verður sett kl 13

av Rógva Egilstoft, bygdaráðsformanni, og tey, sum leggja fyri við at spæla, eru skúlaorkestrini ymsa staðni úr landinum, og sum í ár telja heili 8 orkestur íalt.

Umleið kl 15 eru tað eldru orkestrini, sum blása ljóð í ljóðførini, og tað verður sum siður er, vertirnir Eiðis Ljómfelag, sum leggja fyri.

Eftir tey koma Klaksvíkar Hornorkestur, Harmoniorkestrið GHM, Tvøroyrar Hornorkestur, Fuglafjarðar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Nes Sóknar Musikkfelag, og Havnar Hornorkestur.

Eiðis Ljómfelag vónar og væntar at nógv fólk koma at lýða á, og hava hesaferð gjørt nakað burturúr fyri at gera tiltakið stevnukent. Ítróttarhøllin – sum verður karmur um hetta tiltakið – verður pyntað til høvið, og møguleiki verður at keypa sær kaffi/te, heimabakaða kaku og okkurt annað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigur til H71 á Stjørnuni
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann tættan dyst
Mikkjal fingið sekkin í AIK
Skjótt
Sunnudagin fær Stjørnan vitjan av H71
Venezuelska andstøðan við herin: Viðurke…
SMS: Stjørnan tekur móti H71 sunnudagin
Mjølnir - Fleyr sunnudagin
Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lon…
Túsundtals danir stuðla undirskriftainns…
USA er lopið á Venezuela
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri