Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stórur áhugi er fyri at byggja á Viðareiði | Mynd: Egin mynd.

Stórur áhugi at byggja á Viðareiði

SKRIVAÐ: Hallgerð Akurstein  |  13.05.2022 - 19:26 Tíðindi

Í samband við at Articon eru komnir í helvt við at bora tunlarnar norður fjall, hava vit spurt okkum fyri í Viðareiðis Kommunu, hvussu tað stendur til við grundstykkjum í kommununi.

Í løtuni er ein familja í gongd við at byggja á Viðareiði, annars eru 8 ár síðan nakar bygdi sethús á Viðareiði.

Viðareiðis kommuna upplivir ein øktan eftirspurning eftir stykkjum. Eftirspurningurin er stórur, og kommunan hevur nýliga selt 4 stykkir, sigur Marita Sumberg, borgarstjóri, sum væntar nøkur hús upp í næstum. Men Viðareiðis Kommuna hevur eingi grundstykkir tøk í løtuni.

Kommunan arbeiðir tó í løtuni eisini við at skaffa fleiri grundstykkir. Men hetta arbeiðið er ikki komið so langt enn.

Í samband við at nýggju tunlarnir verða gjørdir, verður jú munandi lagaligari at koma til Viðareiðis og eisini at fáa tilfar og annað til bygging. Tí sum er, eru tunlarnir jú ein fløskuhálsur í samband við bygging og annað. Og av tí sama eru fólk norðanfyri sera spent til koyrandi verður gjøgnum nýggju tunlarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag