Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gott 40-ára royndir geva álit

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  18.05.2022 - 08:49 Tíðindi Vinna

Christer Jacobsen hevur arbeitt innan fakið í gott 40 ár, og flest øll í vinnuni kenna mannin. Herfyri varð valt at víðka munandi um virksemið við fleiri starvsfólkum, og hevur fyritøkan nú fingið enn betri møguleikar at veita eina góða tænastu.

Fokus Industry hevur seinastu mongu árini fingist við sølu av hvítvørum til hotell, skip og stórkøkar. Umframt tað, so er ein stórur partur av virkseminum eisini at umvæla og veita service uppá útgerð til stórkøkar.

Av tí at vit hava drúgvar royndir á økinum, kunnu vit veita eina sera góða tænastu bæði við sølu og ikki minni í sambandi við umvælingar og service av hvítvørum. 

Umframt útgerð til stórkøkar, fevnir virksemið eisini um køliskipanir – bæði til skip og virkir á landi; vaskistýringar, kaffimaskinur og hitapumpur.

Vit merkja ein vaksandi eftirspurning eftir heildarloysnum, har vit bæði selja og veita service. Fyritøkur og skip ynskja, at útgerðin er haldfør í longdini, og tí raðfesta fleiri og fleiri ein tænastusáttmála, so eftirlit er við tí útgerð, sum er fingin til vega, sigur stjórin.

Christer Jacobsen er stjóri í felagnum, og hann hevur arbeitt arbeitt innan yrki í meiri enn 40 ár. Hetta gevur avgjørt fyritøkuni eina holla vitan og royndir, ið skapa álit.

Á messuni í Klaksvík, sum nú er farin í gongd við næsta dag, hevur Fokus Industry bás D-339.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni