Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð tænasta er okkara stoltleiki

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  18.05.2022 - 11:20 Tíðindi Vinna

MP Teknik hevur tikið risafet seinastu árini, og er í dag millum teir størstu veitararnar til ali- og fiskivinnuna.

Pætur Gerðalíð, ið er søluleiðari hjá MP Teknik, greiðir frá, at tað í dag arbeiða 27 starvsfólk í fyritøkuni. Starvfólkahópurin er breitt samansettur við bæði elektrikarum, maskinmeistarum og tøkningum.

- Seinastu árini er virksemið nógv vaksið, av tí at vit levera nógv til alivinnuna. Eftirspurningurin eftir sergjørdum loysnum og serligum skipanum krevur, at vit alla tíð mugu flyta okkum og brynja okkum við nýggjastu vitanini. Tí hevur fyritøkan raðfest útbúgving av starvsfólkunum sera høgt, so at tey altíð hava nýggjastu vitanina.

- At vera við í fremstu røð krevur, at vit áhaldandi hava nýggjastu vitanina í fyritøkuni, og starvsfólk, ið kunnu loysa uppgávur skjótt og á høgum støði.

- Vit eru góðkendir av Sjóvinnustýrinum, DNV og BV, og tað ger eisini, at vit kunnu tryggja kundum okkara eina høga tænastu.

At finna loysnir er drívmegin

Fiskivinnan upplivir stórar broytingar, bæði tá hugsað verður um atlit til umhvørvið og nýggja tøkni. Flestu avgerðir í dag verða tiknar við umhvørvinum í huga, og her hevur MP-Teknik arbeitt við trimum loysnum, ið hava spart kundunum teirra nógvan pening í oljubrúki og CO2-útláti.

- Vit hava vitt sera nógvar GPS-trackarar til línuskipini, ið ger at tey brúka munandi styttri tíð upp á at leita eftir boyunum. Hetta sparir teimum bæði tíð og pening, og minkar um olju- og CO2-útlátið. 

Pætur Gerðalíð vísir á, at betri leitingartól so sum ekkolodd, astikarar og sjókort við veðurkunnleika gera, at minni tíð fer til at sigla og leita, og skiparin veit, um tað loysir seg at toga eftir tí, hann sær undir skipinum.

- Í seinastuni hava vit veitt ultraljóðloysnir, ið skal setast á skrokkin á skipinum. Loysnin skapar heilt lítlar rørslur í vatninum, ið ger at gróðurin ikki festur seg. Ein slík skipan ger, at skrokkurin heldur seg reinan í væl longri tíð. Harafturat er oljusparingin undir sigling upp ímóti 20% við reinum skrokki.

Ultraljóð drepur ikki gróður og ræðir ikki fiskin, men skapar bert rørslu, ið hindrar gróðrinum at festa seg. Loysnin er løtt at eftirmontera á skip og krevur einki viðlíkahald.

- Ein kundi valdi at royna hetta á 2 kølarum, har annar fekk monterað ultraljóðloysnina á, meðan hin onki fekk setta á. Eftir tvey ár var annar kølarin 90% reinur, meðan hin var heilt forseglaður av gróðri, so vit fingu ein glaðan kunda, ið var sera væl nøgdur við úrslitið, sigur Pætur Gerðalíð.

 

Levera brúgvarútgerð til nýggja Christian í Grótinum

Eitt av nýggjastu arbeiðinum, sum MP Teknik hevur verið við til, er nýggja snotiliga uppisjóvarskipið, Christian í Grótinum. Skipið stevndi inn á Norðhavnina 9. mars, og teir á MP Teknik kundu fegnast um, at teir høvdu veitt alla tekniska útgerð til brúnna, saman við Furuno Danmark. 

- Tað var ein sera spennandi uppgáva, sum sjálvandi eisini var rættiliga stór. Tað er ikki á hvørjum degi, at slík skip verða bygd, og tí fegnast vit sjálvandi um, at vit vórðu vald til at uppgávuna. Fleiri starvsfólk hjá okkum vóru í Skagen og ísettu útgerðina. Harafturat vóru vit eisini við til royndartúrarnar fyri at tryggja, at útgerðin virkaði sum ætlað.

Alivinann er stórur partur av virkseminum

Av tí at alivinnan hevur flutt seg nógv, og alla tíð ger íløgur í nýggja tøkni og útgerð, so er alivinnan eisini blivin ein munandi størri partur av virkseminum hjá MP Teknik. MP Teknik hevur veitt aliringar til nøkur av teimum mest útsettu økjunum í Føroyum, og umframt tað er fyritøkan heildarveitari til mest sum alt innan alivirksemi. 

- Vit hava veitt aliringar og fóðurflakar frá okkara samstarvsfelaga Scale AQ, sum vit umboða í Føroyum. Har kunnu vit bjóða ein heildaveiting innan aling, og føroysku alararnir hava verið sera væl nøgdir við góðskuna og tænastuna, sigur Pætur Gerðalíð.

- Umframt útlendskar veitarar, sum vit umboða, so hava vit eisini okkara egnu mentu skipanir, sum vit bjóða okkara kundum. Tað kann vera alt frá kameraskipanum, ljósstýringar, fóðurskipanir og vatngóðskumátingar.

Ein av teimum størri verkætlanunum hetta árið er at seta sokallaðar upwelling-skipanir upp í fleiri alibrúkum. Hendan skipanin ger smáar luftboblur í aliringunum, sum skapar eina vatnsúlu við uppdrift, ið økir um vatnútskiftingina. Hetta er gott fyri táknuheilsuna umframt at skapa góðar fortreytir til fiskin at halda seg reinan fyri lýs.

- Í løtuni hava vit sett upp 5 skipanir av hesum slagnum, og komandi tíðina skulu vit seta 12-13 skipanir upp afturat. Hetta er ein liður í lúsaætlanini og í at basa lúsatrupulleikanum, og fyrstu royndirnar eru sera lovandi, sigur søluleiðarin hjá MP Teknik.

Framtíðarútlit

- Í tøttum samstarvi við kundarnar royna vit alla tíðina at verða frammi í skónum við nýggjum loysnum. Vit vilja hjálpa kundanum við loysnum, ið tjena seg inn aftur av sær sjálvum. Góða samskiftið við kundarnar hevur gjørt tað møguligt at snikka loysnirnar so væl saman sum gjørligt, og tá kundarnir koma aftur, er tað eitt tekin um, at hetta hevur hepnast/eydnast væl, sigur Pætur Gerðalíð at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð