Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

KÍ skorar kassan uppá landsdystirnar komandi vikurnar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.05.2022 - 09:51 Ítrottur Tíðindi

At hava nógvar landsliðsleikarar í Nations League er gott fíggjarliga sæð.

UEFA hevur fyri nøkrum vikum síðani boðað frá, at pengar verða givnir til feløgini, sum hava latið leikarar til dystir í EM-undankapping, EM-endaspæli og dystirnar í Nations League. Og at hetta verður gjørt komandi tvey-trý árini.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst upphæddirnar, men sum skilst er talan mest sannlíkt um upphæddir, sum hava líkst teimum, sum fyrr eru givnar fyri hetta. Tá hava upphæddirnar ofta ligið um 30-33.000 krónur pr. dyst, sum leikarin hevur verið á dómaraseðlanum, har 23 leikarar sleppa á.

Fýra Nations League dystir eru á skránni komandi vikurnar. KÍ er liðið, sum er best umboðað við seks leikarum av teimum 23, sum ru úttiknir. Talið kann økjast til sjey, um Jóan Símun Edmundsson ikki verður frískur, tí tá kemur Páll A. Klettskarð við afturat.

Siga vit, at hvør dystur gevur 30.000 krónur, so merkir tað, at KÍ fyri sínar seks leikarar fær 180.000 kr. pr. dyst ella tilsamans 720.000 krónur fyri teir fýra dystirnar í juni. Væl at merkja, um allir seks leikararnir eru við á dómaraseðlanum allar fýra dystirnar. Kemur Páll A. Klettskarð við afturat, so er talið 900.000. Liðið sum hevur næstflestar leikarar er HB, sum hevur tríggjar leikarar við. Tað gevur tilsamans 360.000 krónur. 

Tølini kunnu broytast so hvørt sum broytingar koma vegna skaðar og leikbann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag