Lýsing
For lidt og for meget. Summar oyggjar kenna seg yvirfloymdar av ferðafólki, meðan aðrar fegnar vilja hava fleiri enn hvat kapasiteturin ger gjørligt. Her má samskipast betur.

Føroyar ikki klárar til summarið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.05.2022 - 22:20 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Eftir at Norðlýsið í farnu viku varpaði ljós á, at samferðsluviðurskiftini til Kalsoynna ikki vóru betur enn næstbest, er røringur komin í og bót og bati lovaður, men sum ikki einaferð eru vit ov sein á sjóvarfallinum. Eitt er, at samferðslan megnar ikki at gloypa mongu ferðafólkum, men eisini er ferðavinnan alt ov illa skipað.

 

Føroyar eru ikki til reiðar til summarið. So einfalt kann tað sigast. Summarsiglingin til Kalsoynna megnar ikki at svølgja teir stóru skararnar av ferðafólki, ið vilja út í oynna. Og tað er stórt spell, tí Kalsoyggin er ikki bara frá náttúrunnar hond ein vælskapt oyggj, ið dregur fólk at sær, men eisini hava tey lokalu – meira enn nakra aðra staðni, halda vit at vit kunnu loyva okkum at siga uttan at ganga nøkrum ov nær – spílað seg út til ferðavinnuna. Har onkur onnur oyggj kanska heldur vil hava frið, tí ferðafólkini hava verið í meira lagi seinastu árini, ynskja tey í Kalsoynni at hava ferðavinnu og kanska at fáa eina inntøku tann vegin.

Tað er kanska ikki so løgið, at fløskuhálsar íkoma, tí eftir Coronafarsóttina hava hvørki ferðafólk, útlendingar ella ferðavinnan reiðiliga vitað, hvussu summarið fór at vera. Men tað er altso nakað síðani, at føroysku hotellini meldaðu fult hús, og tá áttu ferðafólkaflutningstænasturnar at havt eina hóming av, hvussu nógv fólk vóru og eru ávegis hendanvegin. Tað er við øðrum orðum reaktiónstíðin, ið er ov long. Millum annað, men als ikki bara, hjá Strandferðsluni.

Kalsoyggin er eitt, men harmaljóð hoyrast eisini úr Mykinesi, har tey ferðandi eftir øllum at døma hava verið fleiri í tali, enn hvat oyggin tolir. Her má ferðavinnan vera serstakliga varin, at hon ikki sagar greinina av, hon situr á, við at lata oynna verða yvirrenda av turistum. Tá koma vit út í rovdrift, og hon lønar seg aftur í gráum kálvskinni. Tað er ikki sum við kendum bygningum, djóragørðum, tivoli ella øðrum stuttleikaferðamálum, at fólk blíva við at koma ár eftir ár. Tá talan er um náttúru, so er tað óspilt náttúra, ið telur. Ongin tímir at vitja eina fyrrverandi náttúruperlu, sum er traðkað sundur og saman av ferðafólki – tí tá er hon jú ikki nøkur náttúruperla longur.

Viðvíkjandi nógv umtalaða gjaldsportinum til Saksunar stendur eisini í botni. Eitt “stunt” varð roynt, har fólk skuldu møtast og fara ígjøgnum uttan at gjalda, men saksunarbóndin loftaði tí og læt portrið á víðan vegg, og vann sær uttan iva nøkur stig á vælvildarkontuna á tann hátt. Men í grundini er tað ein farsa ella rættari sagt ein tragikomedia, at ongin loysn er funnin, ja, at ongin loysn í heila tikið hómast.

Føroyar ynsktu ferðavinnu, og tað hava vit fingið. Corona var kanska eitt kærkomið andarhol frá ferðavinnuni, og tað sigur sítt, tí hví er tað ein lætti at hava fingið tað, vit ynsktu okkum? Svarið er, at vit vóru ikki fyrireikað uppá, at ynskið fór at ganga út. Tað er lætt at peika fingrar at Strandferðsluni, og hon er ikki ósek, men peikifingurin má sanniliga eisini peika inn eftir. Føroyar hava havt góða tíð at fyrireikað seg til ferðavinnuna aftur, ikki minst seinastu tvey árini, men alt ov lítið er gjørt.

Støðan í dag er tann, at tey, ið ynskja færri ferðafólk, eru yvirrend av teimum, meðan tey, sum fegin vilja hava ferðafólk, uppliva fløskuhálsar og fáa tí ov fá. Hetta noyðast Føroyar at gera betur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan
Herverk í Klaksvík