Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk - Sigurður þór Ottósson

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2022 - 10:44 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

 

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi, langabbi, beiggi, svágur og versonur

 

Sigurður þór Ottósson

F. 22.02.1956 – D.23.02.2022

andaðist og var jarðaður.

 

Takk fyri alla hjálp og umsorgan, sum bleiv víst okkum tá Sigtór so brádligani bleiv tikin frá okkum.

Takk fyri uppringingar, heilsanir og vitjanir.

Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til tey yngstu børnini.

Takk til tykkum øll sum bakaðu og hjálptu til í ervinum.

Takk til Marjun Lómaklett fyri vitjanir og uppringingar, bæði áðrenn og eftir jarðarferðina, fyri góð og troystarrík orð í heiminum, á kapellinum og í kirkjuni og fyri at taka sær tíð til at umseta taluna fyri soninum, Bjarka, áðrenn jarðarferðina.

Takk til sangarar, urguspælara, kirkjutænarar og gravarar.

Takk til Kim Hansen og Andras Sólstein fyri teirra vøkru útgávu av What a wonderful world í kirkjuni.

Takk til Skúlatrøð og Miðnám í Kambsdali fyri uppringingar, vitjan og góða hjálp til børnini.

Ein serstøk tøkk fer til løgreglumenn, portørar og Klaksvíkar Sjúkrahús fyri bráfeingis hjálp og stuðul.

Takk til tykkum øll, sum fylgdu Sigtór til hansara seinasta hvíldarstað.

 

Familjurnar vegna

Anni

Bjarki, Hjørdis, Jenney, Petur, Durita, Niels Jóhan og Tóra Bjørk

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…