Lýsing
Lýsing
Lýsing
Onnur kappróðrarstevnan í ár. Eitt sindur trupult at vera neyvur at spáa um veðrið at rógva í. Lágtrýstið hesaferð kemur so nær, at tað skjótt kann broyta forsøgnina. Men yvirornað, so fer ættin á middegi í morgin, leygardagin, úr suðuri upp í norðan um nátturðatíð.. | Mynd: Fyri okkum ókendur myndatakari

Róðrarveðrið á eystanstevnu

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.06.2022 - 20:28 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst nærkast Føroyum vestaneftir. Ikki so nógv megi í tí, men tað fer tvørtur um oyggjarnar beint eftir middag, ímillum Sandoy og Stóra Dímun.

Tí er ikki lætt at raka rætt við veðrinum í morgin, tá ið kappróður er í Runavík. Men vit gera eina roynd saman við einari góðari keldu á staðnum.

Á middegi eru 5 til 10 m/s av landsynningi suðuri saman við ælaveðri - t.e. inn eftir Skálafirði. Fyri tey sum rógva barnaróður, er hetta beint ímóti. Tað kann onkra løtu vera ein avbjóðing at leggja bátarnar við ungdóminum, sum fara at rógva eina løtu eftir middag.

Ættin fer eftir tað at flyta seg upp ímóti eystri og so ímóti norði. Júst hvussu skjótt er ringt at siga, men tendensurin er har frá middegi av. So fáa vit at síggja, hvussu hvør róður ávirkast. 

Samstundis sum ættin fer upp í eystan, so minkar vindurin niður í 5 m/s. Hetta er síðurvindur, men so lítið, at tað fer ikki at ávirka róðurin stórvegis, um nakað. Soleiðis er um 15-tíðina, tá ið barnaróðurin er liðugur. 

Landsynningur og eystan við so lítlum vindi er góð líkindi á Skálafirði. Lotið kemur oman av Hæddini, og tá ið tað er komið oman á fjørðin, er lítið av megini eftir.

Longri út á seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing. Hetta er um 17 tíðina, tá ið 10 mannaførini skulu rógva. Vindferðin er tá ætlandi minkað niður í 2-3 m/s. Lotið er undan, men so lítið, at tað fer ikki at nerva.

Klokkan 18 er ættin komin upp í norðan og farin vesturum til útnyrðing norðan. Enn lítil og eingin vindur, sum als ikki fer at ávirka róðurin. Tó er allatíðina seinnapartin skýggjað, og loftið grátt, skiftandi við ælaveðri og turrum veðri. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð