Lýsing
Lýsing

Til Finlands á seinasta Svøríkisdegi okkara

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  15.06.2022 - 22:40 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Vit valdu at brúka okkara seinasta dag á vitjan okkara hjá Kristian Fríðriki og Lisbeth, at royna okkum sum ferðamenn. Vit fóru um miðdagsleitið úr Luleå um Råneánna og Kalix ánna líka til Torneå, sum skilir Svøríki og Finland.

Við ósan á Torneánni liggja tveir býir, hvør síni megin ánna, ið er markið ímillum londini. Svensku megin eitur býurin Haparanda og Finsku megin eitur býurin Tornio.

Vit væntaðu at skula ígjøgnum eitthvørt eftirlit tá vit nú fóru inn í Finland, men tað bleiv ikki. Vit koyrdu um markið og funnu einki eftirlit, so har er frítt at ferðst ímillum.

Úr Luleå har vit búgva, tók tað um tveir tímar at koyra upp her.

Sjálvandi, vit eru á sílaveiðuferð, so sjálvt um vit ikki brúktu tráðurnar í dag, so var stórur áhugi frá okkara síðu fyri Veldigu Tornioánni. Áin er 521,6 kilometrar long og var frá 1869 og til 1917 mark ímillum Rusland og Svøríki.

Vit gingu runt sum aðrir ferðamenn, keyptu olju til bilin, prísurin lá um 18 krónur fyri liturin. Vitjaðu ein endurnýtslu handil, og fóru upp í eitt gamalt vatntorn, sum í dag verður nýtt sum eitt útsýnispláss fyri ferðandi.

Eftir at hava keypt lakres, sum finnar eru kendir fyri at duga væl at framleiða. Koyrdu vit niðan til Kukkola fossin.

Her sóu vit eitt sindur av hvørjum. Her stóðu menn við flugu, pilki og “hovi” ella glúpi um tú vilt. Tað var líknandi eini fleygastong. Stongin var bara longri enn á vanligari fleygastong og úti á endanum var ein glúpur, sum ein vanligur bátaglúpur. Her stóðu menn við hesi longu stongini og “hovaðu” laks upp á land.

Vit spurdu ein eldri mann, ið stóð har og “hovaði” hvat teir fingu, hann helt at her var nógvur laksur at fáa. Orsøkin til at tað bar so væl til at glúpa var, at streymurin úti á í ánni var so harður, at laksarnir heldur svumu niðan inni við land har vatnið var makari. Tí var lag á manni at fáa sær laks. Men kvotan var ein laksur pr. mann um dagin. Um vit keyptu okkum eitt fiskiloyvi, so kundu vit taka ein laks pr. mann. Men vit valdu tað frá.

Ímeðan vit stóðu har og prátaðu, komu raftibátar sendandi oman eftir ánni við ferðafólkum, ið vildu uppliva rafting. Tað sá ikki sørt vandamikið út, men fólk og bátur vóru væl útgjørd til at klára aldurnar og streymin.

Eina løgna kirkju sóu vit eisini, tað var Haparanda kirkjan, sum verður søgd at vera strukturalistiks/brutalistisk. Ein hin løgnasta kirkjan vit hava sað. Á myndunum niðanfyri sæst eisini at hon ikki er heilt vanlig. Tað er Bengt Larsson, arkitektur, sum hevur staði fyri byggingini og kirkjan var vígd í 1967.

Vit fingu ein fínan dag burturúr, bert harmar tað eitt sindur at vit ongan elg sóu. Men vit hava upplivað ótruliga spennandi landið her norðuri norðast við Botnisku víkina.

Í dag er okkara seinasti dagur her, vit buðu Kristiani Fríðriki og Lisbet út til eina betri máltíð í kvøld, sum tøkk fyri ómetaliga blíðskap teirra alla hesa vikuna vit hava ferðast hjá teimum. Men Lisbeth gjørdi skjótt av: “Ikki talan um, vit tíma ikki út at eta, vit skulu gera eina góða máltið til tykkara í kvøld, tá tit koma aftur og á matarskránni skal reinsdjórakjøt standa”. Tað segði hon avgjørd og soleiðis bleiv. Nú hava vit tríggir eg, Oliver, Ásmundur og Hans Hjalti pakkað og ruddað og eru klárir at flúgva heim í morgin eftir eina ótrúliga ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan