Lýsing
Lýsing
Lýsing

Púra rætt John William, men...

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  20.06.2022 - 09:39 Lesarabrøv Mentan

Arkitektonsikt er hattar eitt makkverk av einari aðrari verð. Ein provekerandi bygningur sum als ikki er í samljóð við umhvørvið á Biskutstøð.

 

Glas í glas í glas allan vegin, hvat í allari víðu verð hevur alt hattar glasi at gera á Biskupstøð, og hví skulu skúlar í dag bert hava glasveggir.

Í Hollandi hava tey eina gøtu við nógvum stórum glasveggum har ungar kvinnur vera vístar fram til sølu.

Her hava vit ein bygning har ungar kvinnur (kanska onkur maður) skulu læra at halda hús, tær hava als ikki brúk fyri at standa til útstilling fyri øllum sum ganga framvið. Og tær skulu hugsavna seg um undirvísingina og ikki alla tíð vera órógva av tí sum fyrigongur seg, uttanfyri.

Fyrv. borgarstjóri og arkitekturin søgdu at teir høvdu havt alt hettar í huganum tí var grasflag lagt á tekjuna. Eina flata tekju sum tú bert kann síggja frá einari tyrlu.

Allir útveggir eru glas og slættar deyðar plátur, glas og slættar deyðar plátur.

Hvat við at skifta tær sløttu deyðu pláturnar út við úthangi sum gongur á skrá, klætt við flagtaki sum í stødd og hellningi samansjóðar við flagtaki á hjallinum hjá grannanum Nóslsoyra Pálls. Og minka tali av glasfløtu munandi, og á síðuni móti Nólsoyar Páll vera rimaveggir og okkurt seiðatræ. Seiðatræi kann so eisini brúkast sum partur av undirvísingini.

Tað sama er við hasum ljóta høga yvirbygninginum har allur norðurendin er ein stórur glasveggur, hvat til? Hattar eru næmingar sum skulu skúlast og ikki ein turistmál sum fólk koma at njóta úsiktina.

Hesar smáu tillagingarnar kundu gjørt at bygningurin bleiv eitt príði fyri øki, og ikki sum nú, ein deyður arkitektabygningur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…