Lýsing
Lýsing

Sjálvandi verður húsarhaldsskúlin í Klaksvík

SKRIVAÐ: Magna Joensen  |  20.06.2022 - 09:43 Lesarabrøv Mentan

Nú eru tey í Havn umsíður skilabetri enn klaksvíkingar.
Har hava tey annars mangan verið eftirbátur og bara hermt eftir bygdafólki, ið altíð eru fyrr við góðum hugskotum, sum tey føra út í verki.

T.d. Ìtróttar- og svimjihøll, Klaksvík
Stadion (tjóðarvøllur), Svangaskarð, Toftir
Langhyl, Vágur
Tjóðpall, Tvøroyri - og smærri aðra staðni.


Tað er ein deyður miðbýur í Havn, so fyri at fáa lív og trivna nær Vaglignum, verður økið í Vágsbotni fríðkað, um- og útbygt.
Har er longu heilt hugnaligt. Eisini tí tað liggur nær sjónum og vit kunnu ganga framvið, har bátar liggja.
Í miðbýnum við Vaglið er ongin hugni. Har eru einans ymisk ”forsamlingshús”, skúlar og almennir handlar, sum var høgligt at hava saman fyri eini 70 árum síðani og fyrr, tá fólk máttu ganga ella súkkla fyri at avgreiða síni ørindi um eina leið.


Soleiðis er eisini í Klaksvík.

Fyri hundrað árum síðani og meir var skúli, telefonstøð og sparikassi reist á Biskupsstøð, so fólk á báðum ”ørmunum” høvdu á leið sama tein til neyðugu vitjingarstøð.
Seinni varð posthúsið og apotekið eisini flutt nærri miðbýin, sum ikki var til.
Men nú roynir Klaksvíkar býráð at finna sær ein miðbý.
Góð uppskot komu inn um, hvussu gerast skuldi. Sandurin og innasta Vágin skuldu undir heilt og síðani byggjast omaná.

Nú er tað, at speril kemur í.

Hvar er hugnin til fólk, um nú aftur koma almennir bygningar í miðbýin – harafturat ein háskúli.
Ein háskúla hevði so ongin funnið uppá at lagt mitt í einum býi.


Háskúlahugsjónin byrjaði í Danmark, og teir vóru staðsettir burtur frá býum og bygdum.
Nú havi eg verið á fleiri háskúlum, ið liggja í smáplássum, eg onki hevði hoyrt um fyrr. Men har var sami háskúlaandin at finna á øllum.
Næmingarnir búgva á skúlanum. Hann er teirra heim nakrar mánaðir.
Umframt undirvísing luttaka tey í ymsum øðrum virksemi á skúlanum.
Har eru reglur at halda: Nær máltíðir eru, friður á kvøldi, halda tímatalvuna, og lærarar hava vakt, tí teir hava ábyrgd av næmingunum, so onki hendir teimum.
Næmingarnir skulu ikki fara út og freistast av tiltøkum, sum mangan eru í býum í ótíð . Heldur ikki skulu óviðkomandi fólk uttanífrá koma inn á skúlan í úrtíð, sum tað passar teimum.

Tí vórðu háskúlar ikki bygdir í býum.
Hatta vistu okkara háskúlamenn eisini, og tí var hann bygdur í Føgrulíð, har næmingar høvdu sítt egna heim og onki annað høvdu at hugsa um uttan tað, ið skúlin bjóðaði og kravdi. Men sum frá leið, sóu teir, at har var í so óhøgligt. Bygningurin varð tikin niður og fluttur út í Hornabø.
Tá í 1908 lá hann í einingi í myrkri væl burtur frá Havn. - Nú átti hann aftur at verið fluttur út á bygd. - Kanska í Kunoynna ella Vágar(Gásadals). Tað høvdu Símun og Rasmus verið glaðir fyri :)


Tað var skilagott av Klaksvíkar býráði at byggja miðnámsskúlarnar við Borðoyarvík.
Møguliga kann húshaldsskúlin eisini ligga har á leið ella enn longur burturfrá.
Eisini ber til at fáa hann út á Bumshamar, har nøkur løgdu leiðina eftir gøtu til Føgrulíð. Eitt serliga vakurt stað, sum hóskar væl til ein háskúla. - Hann hóskar so als ikki inni í einum miðbýi; men býráðið er tíverri als ikki kent fyri at hjúkla um søgulig virði.- Fleiri dømi eru um tað, so nú er tíð og møguleiki at leggja á annan bógv.

Garðurin hjá Nólsoyar Páll er ein søga fyri seg.
Hann er enn eitt prógv um átak og søguligt virði, sum einstaklingur – ein íverksetari - hevur lagt alla orku í at varðveita.
Tað virksemið verður lítið virt av klaksvíkingum, og nú vilja tey flestu leggja fótonglar fyri at varðveita søgulig virði, so fleiri møguleikar og ætlanir har.verða nógv skerd – ella heilt burturtikin.
Har skuldi mannagongdin verið hinvegin. At fyrst verður hugsað um søguligu virðini á Biskupsstøð, tikið tað til eftirtektar og síðani lagt miðbýarøkið eftir tí.

Tað ber til at hava eina meining, til tú velur eina aðra.

PS. Á aðru myndini sæst, at gott var at hava almennar tænastur um somu leið; men miðbýur var ongin har.
Á hini sæst uppskot frá arkitekti, har Ósáin rennur og eisini eitt stórt fríøki til Nólsoyar Páll o.a, men ongin skúli

Eystanfyri sæst gjørda trappan eisini.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin