Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá tøk skulu takast

SKRIVAÐ: Kongshavnar Kvinnufelag  |  27.06.2022 - 07:29 Ítrottur Politikkur Tíðindaskriv

- Yvirlýsing frá Kongshavnar Kvinnufelag í samband við svimjihøll í Runavíkar kommunu – Ein samd nevnd vil hervið boðað frá, at vit stuðla býráðnum í at samtykkja at byggja svimjihøllina. Svimjihøllin er til frama fyri borgarar í øllum aldri, og tað stuðlar okkara fólkaheilsu og trivnaði. Stórar verkætlanir krevja stórar avgerðir. Vit gleðast øll um verkið, tá tað er bygt.

 

Í 1982 opnaði fyrsti barngarðurin í kommununi, bygdur og fíggjaður av Kongshavnar Kvinnufelag, sum eisini stóð fyri rakstrinum fyrstu árini. Hetta gjørdi at kvinnur kundu fara til arbeiðis og undir lesna. Hetta hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri framburðin í Runavík. Hvar hevði okkara vøkstur verið, um fiskurin ikki kundi avreiðast her, tí eingin var at hagreiða ?

Barnagarðurin var ein risa verkætlan fyri ein sjálvbodnan felagsskap. Stór tøk og stóra ávirkan á okkara samfelag.

Í dag er tað ein sjálvfylgja, at kommunan byggir og rekur barnagarð. Soleiðis menna vit okkara karmar og okkara samfelag.

At svimja er ein tann besta rørslan, fyri ung, sum gomul, fyri fólk við rørslu avbjóðingum - til spæl og til kapping. Ein framúrskarandi ítróttur fyri lívið. Svimjihøllin verður til stóra gleði fyri skúlar, barnagarðar, stovnar og fyri borgarar sum heild.

Politikarar í Runavíkar kommunu duga væl at menna kommununa og vit hava serstakliga góðar karmar við m.a. Bylgjuni, Gulu Smiðju, skúlum, Løkshøll og bókasavn – savnandi karmar til fragd fyri okkum øll.

Nú er tíðin búgvin til at taka takið, og byggja svimjihøllina. Kongshavnar Kvinnufelag

Nevndin: Fríðbjørg Weihe, Anna Tróndargjógv, Brynhild Jóhansen, Josfrid Danielsen, Maria Hansen, Selinda Í Heiðunum, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni