Lýsing
Lýsing
Lýsing

NIB fíggjar orkugoymslu í Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.06.2022 - 20:42 Tíðindaskriv

Norðurlendski Íløgubankin (Noridic Investment Bank - NIB) hevur veitt SEV eitt fimtan ára langt lán at byggja goymslu- og pumpuskipan, sum fer at bøta munandi um varandi orkuna í Føroyum. Íløgan hjálpir Føroyum at røkka málinum um 100% varandi orku á landi í 2030.

Lánið, ið er 250 milliónir krónur (EUR 33,6 mió), fíggjar eina skipan av tunlum og holum sum knýta byrgingina á Mýrunum í byrgingina í Heygadali. Við avlopsstreymi frá vindmyllum og sólorku fara átta pumpur, við einum samlaðum mátti uppá 70 MW, at pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum. Síðani verður vatnið latið omanaftur gjøgnum fýra turbinur, sum hava ein mátt, ið er tilsamans 40MW.

 

Verkætlanin verður framd í tíðarskeiðinum 2022 til 2027. Samlaði kostnaðurin er mettur til 1,3 milliardir krónur.

 

„Verkætlanin við varandi orku er at meta sum eitt risastórt battarí, ið kann goyma orku og samstundis eftir lítlari løtu kann framleiða nógva orku. Hetta verður avgerandi partur í ætlanini hjá Føroyum um at minka um co2 útlátið og at røkka framfýsnu orkumálunum hjá Føroyum,“ sigur André Küüsvek, forseti og stjóri í NIB.

 

SEV er interkommunalur felagsskapur, sum er ogn hjá øllum 29 kommunum í Føroyum. Felagið eigur elnetið og 98% av elorkuframleiðsluni. Umleið 60% av streyminum verður framleiddur við termiskari orku, meðan restina er úr vatni og vindi

.

NIB er altjóða fíggjarstovnur, sum tey átta limalondini, Danmark, Estland, Finnland, Ísland, Lettland, Litava, Noreg og Svøríki eiga í felag. Bankin fíggjar privatar og almennar verkætlanir bæði í limalondunum og uttanfyri limalondini. NIB hevur hægstu kredittmeting AAA/Aaa, hjá bæði Standard & Poor’s og Moody’s. www.nib.int

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið