Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar býráð samtykt at arbeiða við burðardygd

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  01.07.2022 - 17:25 Tíðindi

Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at fara undir eina tilgongd, har arbeitt verður miðvíst við teimum 17 Heimsmálunum fyri burðardyggari menning.

 

Endamálið er at arbeiða við burðardygd í allari kommununi.  Málið hevur verið til viðgerar í øllum nevndum býráðsins. Full undirtøka var í nevndunum fyri at seta burðardygd á breddan.

Næsta stig er, at fyrisitingin skal gera uppskot um, hvussu hetta arbeiðið kann skipast og grundfestast í tí umsitingarliga og politiska arbeiðinum.

Nógv er gjørt á umhvørviøkinum í Klaksvíkar kommunu, men framtíðar avbjóðingarnar krevja, at enn fleiri tøk verða tikin á grøna økinum.          

 

- Umhvørvispolitikkurin fyri kommununa bleiv samtyktur í 2017. Hann skal endurskoðast innan alt ov lang tíð er fráliðin. Nógv er hent á umhvørvisøkinum seinastu fimm árini, men um kommunan skal ganga á odda á hesum øki, er neyðugt við at gera ein nýggjan og framskygdan umhvørvispolitikk, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Dømi um øki, ið kommuna vil arbeiða við eru: umhvørvið, býarskipan, undirstøðukervið, trivnaður og heilsa, mentan, vinnumenning, innovatión, útbúgving, veðurlag, orka og lívfrøðiligt margfeldi.

Um hetta skal bera á mál, er neyðugt at allir partar í kommununi taka tøk saman fyri at menna øll øki í kommununi.

-        Klakvíkar kommuna eigur at ganga undan, men skulu vit røkka útslitum, er neyðugt at arbeiða saman. Vit vilja arbeiða saman við privatum fyritøkum, almennum mynduleikum, áhugabólkum og borgarum, soleiðis at vit í størri mun virka fyri burðardyggum loysnum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Klaksvíkar kommuna er tilvitað um at alt kostar, eisini at arbeiða við Heimsmálunum. Peningur er ikki settur av til hetta arbeiðið í fyrsta umfari. Fyrsta stigið er at gera yvirlit yvir, hvat longu er gjørt á burðardygga økinum í mun til Heimsmálini. Síðan verða fokusøki ásett og átøk framd, sum stuðla undir burðardygga menning, sum merkir, at vøkstur og menning taka fyrilit fyri tilfeingi, náttúru og fólki. Tvørtur um ættarlið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu
Jóannes Bjartalíð fingið nýtt lið
Torradagar nærkast
Verður skannarin gagnnýttur til alt tað…
Finalumøguleikar­nir hjá ÍF fána eftir 3-…
Storm í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna
KÍ tapti 1-0 móti GAIS