Lýsing
Lýsing
Lýsing

Floksmannadagurin 2022 at enda komin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.07.2022 - 20:28 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Eftir morgunmatin í morgun, fór nærum alt fylgið niðan á Eystfelli. Við á ferðina, fingu tey ein frálíkan matpakka við millum øðrum, skerpikjøti úr Uppistovugarðinum. Veðrið var ikki av tí allar besta, eitt sindur av regni. Men lýtt var, so tað vóru bert nøkur fá, ið valdu gongutúrin frá. Sjálvur Pál Weyhe helt seg ikki aftur men fór við túrin niðan og fleiri høvdu á máli at tað var ótrúligt so væl hann megnaði túrin. -  Omanaftur komin, var fólki í góðum lag og tosaðu um ein framúr gongutúr.

Fyri gongufólkinum var serverað við vælkomsdrykki og súpan, síðani var fari í Kirkjuna, Har Sóley Kerlok segði okkum ótrúligar sagnir um Fugloynna og fólkið.

Úr Kirkjuni var farið beinleiðis í fjósið á Uppistovugarðinum til sera forvitnisligar brellbitar, ja, brellbitar, sum fleiri okkara ongangíð høvdu hoyrt um áður. Hetta var nakað, sum Gutti við hjálparkokkum høvdu gandað fram. Um kokkatoymið má sigast, at teir hava gjørt eitt ótrúliga gott og áhugavert arbeiði.

Síðani var at fara oman á bakkan at grava kjøtið upp, sum hevði ligið í “steinaldarovninum” niðurgrivið í jørðina niðri á bakkanum niðanfyri Uppistovufjósið.

Í skrivandi stund situr allur bólkurin og etur lambskjøtið úr Uppistovufjósinum, steikt í “steinaldarovninum” á garðinum.

Um hálvan tíma gongur leiðin aftur av Hattarvík við Rituni inn í Sund.

Ein sera væl eydnaður Floksmannadagur 2022, sum endaði í góðveðri í Hattarvík í dag.

Nú tey skulu avstað, stendur við klettin, so tey fáa ein frálíkan túr aftur inn í Sund.

Takk fyri Símin, Jastrid og teirra arbeiðistoymi fyri ein frálíkan Floksmannadag.

NB: Nú fekk eg ikki tíð at leggja tekstin út tá eg ætlaði, tí havi eg nú skoytt myndir upp í tá Ritan fór av Hattarvík.

Eftir loknan døgurða úr “steinaldarovninum”, varð sagt farvæl. Símun Gullaksen við øllum sínum hjálparliði segði farvæl frammanfyri gestunum við døgurðaborðið har Símun og hansara toymi fingu eina rungandi klappsalvu frá vælnøgdum gestum.

Síðani var farið oman á lendingina har Ritan lá og bíðaði.

Ein sera flottur dagur og ikki minst góður gourmetdagur er at enda komin og vælnøgdu gestirnir eru á veg aftur til húsa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…