Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíksdamur vunnu á havnardamum

SKRIVAÐ: Badmintonsamband Føroya  |  02.07.2022 - 22:05 Ítrottur Tíðindi

Hálvfinalistarnir í badminton á Føroyaleikunum blivu funnir í dag. Millum hálvfinalistarnir teljast eisini systrarnar Oddbjørg og Bjarnhild Justinussen úr Klaksvík. Í hálvfinaluni møta tær báðar millum annað einum donskum landsliðsleikara.

Innleiðandi umførini í U19 badmintonkappingini Faroe Games Junior International blivu leikt fríggjadagin, har vinnararnir vunnu sær pláss í 1/8 og 1/4 finalunum í dag. Í dag eru soleiðis 23 badmintondystir leiktir í Stórhøllini á Hálsi í bæði einmansleiki og tvímansleiki hjá gentum og drongjum umframt blandaðum tvímansleiki. Luttakararnir í teimum 10 hálvfinalunum sunnudag fyrrapart eru sostatt funnir.

Danskur landsliðsleikari millum hálvfinalistarnar í mix

Høga støðið hjá teimum útlendsku leikarunum hevur aftur sett sín dám á kappingina í dag. Nevnast kann, at Emma Irring Braüner úr Danmark júst í gjár bleiv úttikin til danska ungdómslandsliðið. Danmark telist sum kunnugt millum fremstu badmintontjóðir í heiminum. Emma luttekur í blandaðum tvímansleiki saman við Hjalte Johansen úr Danmark, og vunnu tey í dag í tveimum settum 21-6 og 21-12 á Asbjørn Olsen & Mia Thorkildshøj úr Føroyum. Í hálvfinaluni møtir danska parið Stuart McCollam (Írland) og Bjarnhild í Buð Justinussen (FO), sum í dag vunnu í tveimum settum á Matthew Cheung (Írland) og Ranja Joensen (FO).

Serliga stór ferð var á írunum og skotunum í dag. Í blandaðum tvímansleiki vunnu skotska parið Angus Meldrum og Abbie Brooks 21-10 og 21-16 á Christian Berg Petersen & Sonnu Thorkildshøj úr Føroyum. Skotska parið møtir í hálvfinaluni í morgin Harry Wakefield (Ongland) og Rosalina Langhoff (DK), sum í dag vunnu í trimum settum á Robin Harper (Ongland) og Oddbjørg Justinussen (FO).

Thurid í Buð fylgdi við sum áskoðari, tá døtrar vunnu sær pláss í hálvfinaluni.

Klaksvíksdamur vunnu á havnardamum

Tann eina fjórðingsfinalan bleiv serliga spennandi við trimum settum, har systrarnar Bjarnhild og Oddbjørg Justinussen úr Klaksvík tó endaðu við at vinna á Julionnu Heiðunum og Birnu Jacobsen úr Havn. Í hálvfinaluni møta Justinussen systrarnar sterku donsku leikarunum Emma Irring Brauner og Rosalina Langhoff.

Í hinari hálvfinaluni hjá kvinnum skulu Ranja Joensen og Birita Thomassen spæla ímóti tvíburðasystrunum Mia og Sanna Thorkildshøj. So í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum verður í øllum førum eitt føroyskt par við.

Ari & Leivur møta sterku írunum í hálvfinaluni

Í aðrari hálvfinaluni í tvímansleiki hjá monnum møta Ari Isfeld og Leivur Joensen krútsterku og skjótu Matthew Cheung og Stuart McCollam, sum. Í hinari hálvfinaluni verður tað eitt sindur Braveheart yvir tí, tá kviku skotarnir McGuire og Meldrum møta tekniskt sterku Harper og Wakefield úr Onglandi.

Fleiri føroyingar í hálvfinalum í einmansleiki

Í einmansleiki hjá damunum skal Birna Jacobsen spæla ímóti framúr góðu Anwesha Gowda úr India í tí einu hálvfinaluni, meðan Bjarnhild í Buð Justinussen skal spæla ímóti sterku Abbie Brooks úr Skotlandi. Hjá monnum er tað Christian Berg Petersen, sum skal umboða Merkið, tá hann møtir Matthew Cheung (Írland) í tí einu hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni hittast Anthony McGuire (Skotland) og Aaron Bai (USA), sum í dag vísti góða leikferð og dygd í spælinum, tá hann vann trygt í tveimum settum á Bjarta Vang úr Føroyum.

Bjarti Vang úr Havn takkar Aaron Bai fyri fjórðingsfinaluna.

Fyrstu hálvfinalurnar verða settar í gongd sunnumorgun klokkan 9, meðan finalurnar væntast at fara í gongd klokkan 13. Allir dystirnir verða leiktir í Stórhøllini á Hálsi, har tað eisini verður stroymt frá finalunum á Facebook-síðuni hjá Badmintonsambandinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík móti StÍF
Stjørnan tekur ímóti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…