Lýsing
Lýsing
Lýsing

75 ára gamal motorur melur sum klokkan

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  06.07.2022 - 20:38 Mentan Tíðindi Vinna

Á KSS hava nakrir av smiðjunum tikið eina kerliga hond eftir einum motori, sum stóð á lýsingasíðu – “Fæst við at avheintast”.

Hetta hildu teir vera ov lagaliga at fara afturi við borðinum. Teir fóru til Fuglafjarðar til P/F Sandgrefstur, sum átti motorin, ein Lister Dursley úr Onglandi.

Lister varð sett á stovn í 1867 av Robert Ashton Lister og gjørdu teir nógvar ídnaðarmoturar. Verksmiðjan helt uppat í 1986.

Teir gjørdu nógvar ymiskar maskinur til mjólkaídnaðin - rómaskiljarar eisini klippimaskinur til seyð, og brúktu motorarnir bæði, benzin, olju og gas. Eisini gjørdu teir traktorar, plógv og sjálvvirkandi ljósanlag o.a.

Motorin hevur verið til onkra pumpu umborð á einum av sandbátunum, greiðir Gordon Martin á Sandgrefstur frá. Motorurin hevur staðið á eini goymslu í langa tíð, og var hann nú at kalla bert til fortreð, tí settu teir hann á “sølulista”.

Á skeltinum á síðuni stendur ymiskt at lesa, og verður mett verður eftir tí at døma, at motorurin er frá 1947 – og gongur hann aftur sum klokkan 75 ára gamal, eftir at menninir á KSS hugdu hann í gjøgnum. Tó, tað var ikki nógv at taka hond í, søgdu Jákup Heinesen og Hans Jacob Venned, sum saman við hinum í smiðjuni hava verið um motorin.

Teir ungu lærlingarnir vóru ógvuliga áhugaðir, og tá ið kastið varð malið tvær ferðir, kom tónleikur úr útstoytinum. Ein gleðilig løta, tá ið motorurin aftur gekk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…