Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heilt hampuligt veður í dag og stóran part av degnum í morgin. Tað fer at lota av suðuri báðar dagar, turt í dag, men regn í annaðkvøld.

Ólavsøkuveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.07.2022 - 11:25 Tíðindi Veðrið

Veðrið á ólavsøku í ár kann býtast í tvey. Í dag og út a seinnapartin í morgin er hátrýstveður - tá er vanliga gott veður við lítlum vindi og sólglottum.

Seinnapartin í morgin nærkast eitt lágtrýst vestaneftir. Vindurin fer ikki at veksa so nógv, men eitt regnumráði fer at leggja seg yvir Føroyar. Hetta verður í annaðkvøld.

Í morgun kemur lotið av útsynningi vestri. Vindferðin er um 5 til 10 m/s í miðal fyri alt landið. Allar støðir siga turt og skýggjað ella sólglottar, og hitin liggur um 11 til 14 stig.

Og soleiðis fer veðrið at vera allan dag og størsta partin av morgindegnum - t.e. næstan alla ólavsøkuna í ár.

Eitt brúgvalag við regni kemur framvið fríggjakvøldið. Sum veðurkortini eru í morgun, so fer vindurin at veksa eitt vet út á seinnapartin, og tað verður gráari.

So er tað tað, nær fyrstu droparnir detta niður. Regnið kemur vestaneftir, so tað regnar fyrst í Mykinesi og so í Vágum. Sum mátingarnar av lufthavinum eru í morgun, so er tað um 19 tíðina, at tað fer at regna vestanfyri, og so regnar tað 1 ella tveir tímar seinni í Havn.

Vinderðin fer at liggja um 8 til 13 m/s. 

Sum tað sær út nú, so fer at regna restina av fríggjakvøldinum og alla leygarnáttina. Slítur ikki í fyrr enn leygarmorgun. 

Góða ólavsøku.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni