Lýsing
Lýsing

Erasmus Disparens

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  01.08.2022 - 09:05 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

“Jeg sagde da farvel til disse så udmærkede glibrianske slægtninge, som jeg altid befinder mig så vel i blandt. Inden min afrejse gik Erasmus ud i haugen. Jeg så hans skikkelse blive mindre og mindre, alt som han kom længere op ad fjeldet. Så kom hans hoved op over eggen – og efterhånden selve personen. Og dernæst forsvandt han peu à peu bag Eggen. Erasmus Disparens.”

 

Rasmus fer um Hæddina og hvørvur so við og við handan eggina, soleiðis tekur gitni rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen til í einum brævi til vinmannin William Heinesen, har ið hann um fleiri blaðsíður greiðir frá einari ferð inn á Skálafjørðin í vánaligum veðri, og hvussu væl honum dámar at vera hjá skyldfólki á Glyvrum. Longu í hesum stubba kennir lesarin brot aftur, sum seinri verða brúkt í skaldsøguni Barbara, og tað er lítil ivi um, at íblásturin til fleiri persónar í skaldsøguni stavar frá hesum vitjanum, heldur bókmentafrøðingurin Jógvan Isaksen.

 

Rasmus Glyvradal, abbasonur omanfyri umrødda Rasmus, er mangan farin hendan sama túrin, av Glyvrum yvir á Dalin, sum hann arvaði og vardi av sum kongsbóndi á Niðristovugarðinum, men meðan tjóðin um dagarnar helt hátíð – fólkaræði og kristna læran settu hvørjum øðrum stevnu – ólavsvøkumorgun – fór hann um annað mark - um eggina millum lív og deyða. Ein bygdarmynd hvarv úr okkara eygsmála, úr foldarlívinum, inn í hinar himnesku bústaðir.

 

Spaniólin George Santayana, heimspekingur búsitandi í samveldisríkjunum USA dastið av lívinum, tók einaferð soleiðis til: “Vit fáa ikki gjørt annað við føðing og deyða enn at njóta til fulnar intervallið – tíðarbilið har í millum.” Alt hevur Guð gjørt lagaliga til sína tíð. Sum Prædikarin tekur til: ”Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð. At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð et cetera.”

 

Skyldmaðurin Jørgen-Frantz tekur einaferð soleiðis til: ”Abba var bondesøn fra Glibre. Hans mor var fra Lamhauge, og således har vor familie relation til den Heinesønske slægts hovedlinje. Gården på Glibre var ikke stor, men slægten derinde har gennem generationer udmærket seg ved overordentlig åndslivlighed, kløgt og relativ oplysning. Det er først hos de nulevende slægtled at dette har sat sig i form af en vis lad, men overlegen satire. De gamle var uhyre arbejdsomme.”

 

Hetta er líkasum jørðildið – rótin - ið skyldmaðurin og bygdarmaðurin Rasmus Glyvradal rann úr. Hann var borin inn í hendan heim hin 30. apríl 1938. Longu tá hómast eitt komandi eljustríð inni á meginlandinum og seinri um alla verøld. Christian hjá Rasmusi, faðir Rasmusar, sum annars fyri tað nógva troytti sjógvin, onkuntíð átti í skipi, og hevði skiparaprógv frá Djurholm, festi garðin nøkur ár frammanundan hesum, táið pápi hansara doyði. Hann var við skonnartini “Sannu” í 1939, abbi mín átti og førdi hana, og hetta sama árið róði hann eisini út úr Ravns Stóroy í Grønlandi. Í 1940 róði hann út av Bakkafirði í Íslandi, men Christian doyði ungur – 52 ára gamal – í 1942, tá var Rasmus fýra ára gamal, og mamman, Martina, úr Fuglafirði slektað, sat tá eftir við festinum, sum er ein fýra marka garður. Tað er óskiljandi fyri tey flestu í dag, hvussu fólk eru undansloppin, tá feigdin rakti, sosialt trygdarnet var at kalla onki, men í hesum førinum hevur garðurin munað nakað væl afturat tí signing, sum kom úr hægri sferum. Táið Rasmus var so frægur, tók hann við festinum. Á heysti í 1957 fóru tríggir ungir føroyingar - Rasmus Glyvradal, Ólavur av Steinum og Øyvindur Lützen - yvir til Noregi fyri at nema sær landbúnaðarútbúgving á Voss. Rasmus var har í 1958 og 1959. Heimaftur komin legði hann til brots. Velti upp úr nýggjum yviri á Glyvradali, bygdi seyðahús og íbúð, hevði mjólkineyt, fekk sær ross og smádreingirnir í bygdini vóru altíð uppi í hjá honum. Hann hevði góð evnir at halda okkum til, og vit vóru í hoyna og fjallmenn hjá honum frá tí at vit vóru so frægir. Tað var óhøgligt at reka ein garð, so langt burtur frá húsum, sum ongin undirstøða lá til, og helst hevur tað verið í góðum samstarvi við Helmsdal og aðrar myndugleikar, at hann fekk tað í lag, at uppdyrkingarvegur varð lagdur úr Lamba út á Glyvradal.

 

Ein stuttleika tók Glyvri – sum vit bygdarmenn hansara ofta róptu hann – kortini frá okkum. Pápi mín segði, at sexuallæran hjá læraranum Bjarnadal var brutalari enn vanligt, hon varð hildin in natura, soleiðis, at táið ein kúgv kom til tarvs í Heimistovu, í grannlagnum hjá gamla skúlanum, slapp allur herurin av skúlabørnum niðan ímóti fjósinum, fyri at vera eygleiðarar til ta veldugu seancuna, tá lív kemur av lívi – ella hvussu ein kúgv verður kviðin. Rasmus hevði lært at inseminera – at ísáða – neyt, og vit minnast enn teir grønu tríhyrningarnar, úr stáli gjørdir, sprenfullir av sáði, sum stóðu undir húsum hansara, klárir at fara kring um á gørðunum við. Tarvarnir, sum millum ælini høvdu valfartað um hagan, og bulmiklir skapt ótta hjá so mongum, mistu nú sína nøringartign, og vit okkara visuellu frálæru um, hvussu lívið nú einaferð ferðast frá einum individi til eitt annað. Lívið, - ið ferð eftir ferð vil sigra.

 

Onkur góð søga kom eisini burturúr hesum. Einaferð hevði Rasmus verið á kollisiónskós við ein bygdarmann um okkurt smámál. Hesin hevði nakað eftir hetta leitað sær norð til Funnings í eitt brúðleyp, sum varð hildið í bygdini. Meginmáltíðin var kálvakjøt av neyti. Komin nakað væl áleiðis við skaffanini, við góðum appetitti, konverseringin var komin í hæddina, spyr gesturin, hvaðan kjøtið mundi vera komið. Tað einasta tey við vissu kundu siga hinumegin borðið var, at kálvurin var undan einum tarvi úti á Glyvrum. Hann hevði eitthvørt við Glyvradal at gera. Viðkomandi visti ikki, at Rasmus var serfrøðingur í inseminering, og mistakið hevði við sær, at gesturin í hálvum gekki reistist frá háborði og segði strangliga manga takk – hann skuldi onki njóta undan Glyvradali - og gekk í somu øði út á Glyvrar.

 

Rasmus mundi skjótt ásanna, at ein óhøgligur fýra marka garður heldur ikki einsamallur búskapinum uppi í einum húsarhaldi í okkara tíð. Tí hevur hann roynt seg verkliga á øðrum mótum. Verið til skips, verið í vinnu hjá Landsverkfrøðinginum táið tunlarnir í Kalsoynni vóru boraðir ígjøgnum, og táið Norðskálatunnilin varð gjørdur og seinri hevur hann eisini verið í laksavinnuni. Garðin lat hann frá sær fyri nøkrum árum síðan, táið aldurin so spakuliga sníkti seg inn á hann, og ymisk brek so smátt gjørdu innrás á kropp hansara.

 

Rasmus var sum drigin úr hesum brotinum hjá rithøvundinum: “Men slægten derinde har gennem generationer udmærket seg ved overordentlig åndslivlighed, kløgt og relativ oplysning.” Hann var sjáldsama væl útborin til vit, hukomilsið var sum á fíli - tað rann inn og onki lak útaftur ígjøgnum lensiportrini - og retoriskt var hann so væl gávaður, at fáur var førur fyri at taka hann í orðaleiki – onkur helt fyri, at hann var ímillum tey fáu sum yvirhøvur megnaði at tosa bæði meðan hann andaði inn og táið hann andaði út. Hartil var hann, sum skyldmenninir flestir, løddur við einum serliga magnfullum humoristiskum streingi. Málsliga var hann óvanliga væl kálvføddur – tosaði eitt ramligt føroyskt mál, sum boðaði frá, at hann hevði sitið væl undir, og at hann hevði lisið nakað væl av føroyskum og norrønum bókmentum. Familjukærur var hann um ein háls, og tá eg fyri kortum sum borgarstjóri fekk tann stóra heiður frá brøðrasamkomuni í Berøa at flyta fram røðu, tá nýggi Salurin varð tikin í nýtslu, setti hann seg skrúðklæddur demonstrativt – í fínasta pussi - á fremsta bonk – beint undir talarapallinum. Tað kendist sum patriarkurin hevði sett seg sum skoðara – metara – nú skyldmaðurin og bygdarmaðurin á fyrsta sinni skuldi royna seg á einum óroyndum palli. Tað mundi vignast soleiðis á leið, í allari mannamúgvuni takkaði hann mær í øllum førum, og seinri stakk hann inn á gólvið á Langanesi og helt fyri, at tað var so rímiliga væl frágingið. So hevur tað ikki verið heilt av leið kortini.

 

Meðan hesar reglur verða skrivaðar, fegnist eg um, at býráðið frammanundan hesum, sum nú situr, setti sær fyri at fáa skrivaða søguna um Runavíkar kommunu. Vestmenningurin Helgi Jacobsen snoddaði seg við góðari hjálp fram á frægastu miðini, og tað er ikki at liggja omaná, at Rasmus Glyvradal var honum serstakliga góður í ávikum sum heimildarmaður. Ein ótømandi kelda, serliga um heimbygdina og økið her í námind. Onkur helt kanska, at hann var í meira lagi patriotiskur, men bara søgurnar eru góðar, so fer ongin illa av hesum. Ájú, Rasmus var patriotur bæði so og so. Á landsplani tjóðskaparhugaður fólkafloksmaður – bóndaflokkurin sum hann tók til - og staðbundið stóð økið, hann búleikaðist í alt sítt lív, framman fyri alt annað. Hann segði mær einaferð frá einum gjáarmanni, at bóndahúsið í Niðristovu var tað fyrsta við Skálafjørðin, yvirhøvur, har tað lýsti í – tjóðskaparliga politiskt. Ei dáni í at Jørgen-Frantz hevur trivist so væl millum hesi fólkini, táið man kennir ta politisku agenduna hjá tí manninum.

 

Tað er bara ein Rasmus. Soleiðis tók hann onkuntíð til í kæti. Rætt hevði hann, tað var bara ein Rasmus. Hann var ein vitborin originalur, - púra autentiskur. Hann legði ikki í at vera nakar annar, og livdi ikki sítt lív samsvarandi hvat ið onnur hildu. Tað var honum óviðkomandi. Gamaní hoyrdi hann til brøðrasamkomuna, var fólkafloksmaður og glyvramaður og so nógv annað, men fyrst og fremst var hann Rasmus, og hann flutti seg ongantíð frá tí privilegium, ið hann hevði givið sær sjálvum – at vera sín egin. Hartil var hann sum sagt væl lisin – í heilagu skriftunum og á so mongum øðrum mótum.

 

Í lívinum ferðast vit sum sjóvarføllini og sinuskurvarnar. Niðaneftir og omaneftir. Upp og niður. Ongin sleppur snikkaleysur burturúr 84 árum. Missurin av børnum, sum doyðu alt ov ung, man hava stungið serliga hvast í sálina hjá honum og Onnu. Armgarð og Kristian fóru í besta aldri higani. Onkuntíð gongur tú á slýgróti og aðrar tíðir á turrari hellu. Løtur eru veikar, aðrar sterkar – útlitini skiftandi, men ongantíð kámast meiri fyri skilinum, enn at til ber at syngja sum Chr. Richardt í týðingini hjá Steingrími Niclasen:

 

                                 Okkum hjálp á mjáum rásum,

                                 styðja oss, á ups og ásum,

                                 deyðmøtt hjarta ger tú stilt!

                                 Væl á slýgróti oss varða,

                                 ugga, tá vit stúrin stara,

                                 tú, sum hjálpa kanst og vilt.

 

Rasmus var giftur Onnu Sufíu f. Samuelsen úr Haldórsvík. Bygdarfólkið hevur bara rópt hana Anna hjá Rasmusi. Tey hava búð á Glyvrum síðan, fingu seks børn og hava havt ta sorg at missa tvey teirra.

 

Viderø prestur endar eina av bókum sínum við eini lýsing av einari bátsmanning sum gongur burtur. Bókin er “Frá landi á fyrsta sinni.” Líkindini vóru ring, eitt vindblak kom út av landi, treiv í bátin. Hann tók at mala í kring – á ymsar bógvar – vóð um æsingarnar. Tá rópti Kornus: “Nú fer hann!” Tá mælti Sívar róligur: “Nú er hann farin -  men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt - tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –“ 

 

Rasmus hevði lært seg at ganga burtur, at fara higani, úr foldarlívinum. Hann hevði treytaleyst álit á Skaparan, og í himnesku tjaldbúðunum fara tey ikki at keða seg, táið hin karismatiski Rasmus, í andarhaldum millum ljóð frá hørpustreingjum, fer at ríka um samveruna við tey sum undan fóru.

 

Í einari samrøðu í donskum blað tók William Heinesen soleiðis til um skyldmannin Jørgen-Frantz Jacobsen: “Mine digte interesserede han sig ikke meget for. I det hele taget var han ikke en glubende læser af litteratur sådan som jeg og Christian Matras var det. Jørgen-Frantz påstod, at han var åndeligt selvforsynende.”

 

Í stóran mun var Rasmus Glyvradal andaliga sjálvforsýnandi, hann tosaði ikki eftir munninum á øðrum, eisini tí var hann so áhugaverdur sum persónsmenska.

 

Ein rættilig bygdarmynd er horvin úr eygsmálinum, og sjálvt um tú ikki sást hann hvønn dag, so vistu vit, at hann var har. Tað størri er saknurin.

 

Hvíl í friði kæri vinur.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku fólka­tingsumboð­ini kunnu avgera…
Heygabúðin 40 ára føðingardag
Útróðurin í dag
Øll mugu hava ráð til grøna orkuskiftið
Trupul fólk stjala tíð og eru orsøk til…
Loyvið okkum at arbeiða við góðari samvi…
Trý ivamál í KÍ-hópinum til 2023
125 krónur í skattalætta
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann 3-1 á Fleyr
Hundavenjing uppi á Fossum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á NSÍ
Bjartalíð heldur høga stigið
Fíggjarmála­ráð­har­rin: Skilagott at dagfø…
Ferjur um vágna í Klaksvík
Son Of Fortune skjýtur FríðuTó­nar í gong…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Durita best í september
Bollarnir á KSS
Ein fjórðingur av løgukrónu­num enda í No…