Lýsing
Lýsing
Lýsing

Øll ynskja at eydnast

SKRIVAÐ: Brúgvin  |  01.08.2022 - 21:55 Tíðindaskriv

Tað kann vera avbjóðandi at verða ungur í 2022.

 

Men ”øll ung ynskja at eydnast”. Eftirskúlin Brúgvin bjóðar til ein spennandi fyrilestur í Auluni í Finsen, Tórshavn. Hóskvøldi 4 august kl. 19:30. 

Fyrrverandi eftirskúlaleiðari Jan Dufke kemur at greiða frá ungdóms- og eftirskúlalívi. Tiltakið snýr seg um, hvussu gevandi eitt ár á eftirskúla kann vera. Jan fer at greiða frá, hvat eitt eftirskúlaár kann gera fyri menning og búning hjá tí unga. Jan hevur 37 ár á baki í eftirskúlahøpi á tveimum eftirskúlum í Danmark. Jan var við til at byrjað eftirskúlan Skovbo, og har hevur hann starvast í 24 ár sum leiðari. Eftirskúlin Skovbo hevur ment seg til at vera ein populerur tónleika- og kreativur skúli. Her eru fleiri ung, sum eru byrja at blóma og hava ment seg, og í dag eru tey professionellir tónleikarar, nøkur teirra skriva egin løg og sangir. Samstundis hava tey fingið dirvið, og hava ment seg í einum kristnum umhvøri.

Jan hevur skrivað bókina ”Alle unge vil gerne lykkedes” saman við einum av sínum samstarvsfelagum, sum eisini er eftirskúlaleiðari. Bókin er kend í eftirskúlahøpi og talar fyri anda, kreativiteti, fjølbroytni í arbeiðinum við at fáa tann unga til at trívast og mennast.

Jan hevur tveir fyrrverandi næmingar við sær: Kezia Fuglø og Tobias Callensen. Tey fara at greiða frá, hvørja ávirka eftirskúli hevur havt á tey. Kezia hveur familju í Føroyum og gleðir seg at koma aftur til røturnar. Dagliga lesur hon retorik á Københavns Universitet.

Tobias arbeiðir við tónleiki. Hann varð saman við bólkinum Confession nr. 2 til tað Danska Melodi granprix við sanginum ”Halleluja”. Kanska fer hann at framføra nøkur løg. :) 

Til endans fer Erika K. Winther eftirskúlaleiðari, at greiða frá um hvussu eitt spennandi skúlaár á eftirskúlanum Brúgvin sær út.

- Felagskapur

- Ein ferð í Evropa

- 4 spennandi vikur við ørvísi undirvísing

Enn er pláss til at tilmelda seg á. Eisini er møguleiki at fáa eitt prát við okkum aftaná. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
- Tað einasta sum telur er at vinna
Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Sleppa øll við?
Vit heita á politikarar at raðfesta triv…
Morgunmatur og gudstænasta í Christiansk…
Blaðstjó­rin úti við mikrofonini
Eldri Stjørnur hittast
TB trýsti Mjølnir, sum tó vann 3-0 og tr…
Bjørg Jacobsen og Borgný Mohr valdar í n…
Mjølnir - TB nú kl. 13.15
Hanna Jensen stillar ikki upp aftur
Kvinnukvøld í Varpinum í kvøld
Búskaparligt haldføri – vit mugu taka áb…
Stóra brakið í Badminton­høll­ini í dag
Eingin klippir snórin fyri eini pensjóns…
Filip: - Stórur munur á flogbólti í Ital…
Ársins fyrstihjálpari 2025
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat