Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  02.08.2022 - 08:21 Tíðindi Vinna

Lýsing: Stórt og snotiligt handilshøli í hjartanum í miðbýnum, við tilhoyrandi goymsluhøli í undirhæddini, er tøkt at leiga. Saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U, URBANE og Madame Vælvera kanst tú gerast partur av fjølbroytta virkseminum í miðbýnum.

 

Stutt um miðbýin:

Fyrsta byggingin í miðbýnum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, veghædd til kommunalt virksemi, umframt handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.

Ein annar partur er sjálvt Biskupstorg, sum er uttanumøkið. Í vetrarhálvuni er Biskupstorg karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar.  
Byggingin og menningin av miðbýnum fer við tíðini at fevna um fleiri spennandi bygningar, torg, bryggjukantar v.m.


Hølisviðurskifti:

Leigumálið er 110,30 m2
Afturat koma 26, 10 m2 av goymsluhøli í undirhæddini
Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 13.997,66 kr. um mðr. + mvg og gjald fyri ljós og hita.
Hølið er í norðara enda av veghæddini; við síðuna av handlinum URBANE.


Virksemi:
Umsøkjarin, ið fær hølini í boði, fær nýggj, stásilig høli í hjartanum av miðbýnum, og fær hann somuleiðis ágóðan av fjølbroytta vinnuvirkseminum, sum longu er í økinum. Saman við núverandi handils- og matstovuvirksemi verður góður møguleika fyri at gerast partur av miðbýarmenningini í Klaksvík.


Støðutakan:
Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá eini heildarmeting, sum tekur støði í endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.

Umsóknir skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóra, ella sendast til eirikur@klaksvik.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022 kl. 12:00.

Klaksvíkar kommuna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum