Lýsing
Lýsing
Lýsing

ÍSF bjóðar aftur til Skúlaleikir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.08.2022 - 09:04 Ítrottur Tíðindaskriv

Eftir eina væleydnaða byrjan fer Ítróttasamband Føroya komandi skúlaárið aftur at bjóða næmingum til Skúlaleikir. Tiltakið Skúlaleikir er eitt nýtt átak, hvørs endamál er at skapa felagsskap og rørslugleði í føroyska fólkaskúlunum. Átakið varð fyrstu ferð á skrá í fjør, og umleið 1200 børn luttóku í 4. og 5. flokki.

 

Í ár bjóðar ÍSF allari miðdeildini, tvs. frá 4. flokki til 6. flokk, til sama átak, og tvær nýggjar ítróttagreinar verða nú lagdar afturat skránni frá í fjør. Nýggju ítróttagreinarnar eru kurvabóltur og rørslumegi, og sostatt bjóðar Skúlaleikir heili seks ítróttagreinar til skúlaárið 2022/23. Hesar eru:

  • Frælsur ítróttur
  • Flogbóltur
  • Badminton
  • Innirógving
  • Kurvabóltur
  • Rørslumegi

Skúlar kunnu melda til á hesi heimasíðuni, og evstamark er 1. september: https://skulaleikir.fo/skraset-flokk/ 

 

Her er stuttur filmur frá endabrakinum í 2022:

https://www.youtube.com/watch?v=jCCXbajFxrs&t=3s

 


Meira um Skúlaleikir:

Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir, sum verður skipað í góðum samstarvi við ítróttasambondini, UMMR, Kommunufelagið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetur Føroya. Betri stuðlar leikunum, og breiða samstarvið ger, at vit tryggja fakliga góðsku, fígging og góðar karmar. 

Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørlsugleði fyri øll. Alt tilfar, skúlavitjanir og stevnur hava til endamáls at skapa karmar og huglag, har pláss er fyri øllum. Endamálið við Skúlaleikum er at geva lærarum fakligan íblástur og at geva næmingunum góðar ítróttaligar upplivingar.

 

Ítróttarlærarar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi