Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan fer úr KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.08.2022 - 13:51 Ítrottur Tíðindi

Á eykaaðalfundi hjá KÍ verður uppskot lagt fram um, at hondbóltsdeildin Stjørnan fer úr KÍ.

Stjørnan hevur í nógv ár verið ein deild undir Klaksvíkar Ítróttarfelag. Men soleiðis verður ikki framyvir, um tað stendur upp til leiðslurnar í KÍ og Stjørnuni hevur Norðlýsið fingið upplýst. Eftir ynski frá Stjørnuni hevur KÍ kallað inn til eykaaðalfund, har lógarbroyting er á skrá, sum leggur upp til, at Stjørnan og hondbóltsparturin verður strikaður í KÍ. Tað váttar Tummas Lervig, formaður í KÍ. Hann sigur, at alt er gørt í sátt og semju. Súsanna Lydersen er forkvinna í Stjørnuni.

- Vit halda, at tíðin er komin til, at Stjørnan fer at koyra sum eitt sjálvstøðugt felag, eisini á pappírinum. Tí í praksis hava vit í nógv ár koyrt sum eitt sjálvstøðugt felag. Tíðirnar eru nógv broyttar og m.a. átti KÍ eina høll fyrr, sum hevði ávirkan á, at vit vóru saman. Vit hava skula lagt okkara roknskap fram á aðalfundinum hjá KÍ, men annars hava vit stórt sæð einki havt við hvønn annan at gjørt í nógv ár. Í ár verða tað 90 ár síðani, at KÍ stovnaði hondbóltsfelagið, men nú halda vit, at tíðin er farin frá, at eitt hondbóltsfelag liggur undir einum fótbóltsfelag. Hetta hevur als einki við KÍ at gera, tí vit hava einki ringt at siga um tíðina undir KÍ, so tað liggur eingin illvilji aftanfyri, sigur Súsanna Lydersen við Norðlýsið. Hon sigur, at fer aðalfundurin at atkvøða fyri hesum, so fer Stjørnan at hava sín egna aðalfund stutt eftir eykaaðalfundin hjá KÍ.

Í praksis fær hetta neyvan tann stóra týdningin, tí Stjørnan hevur í nógv ár koyrt sum eitt sjálvstøðugt felag. Eykaaðalfundurin hjá KÍ verður 12. september kl. 20.00 á loftinum í KÍ-høllini. Og atkvøða limirnir tá fyri tí, sum bæði KÍ og Stjørnan leggja upp til, so verður hondbóltsdeildin Stjørnan ikki longur partur av KÍ. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop