Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein fullveldissamgonga 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.09.2022 - 09:20 Leiðarin Politikkur

Veljarakanningin gevur Fólkaflokkinum 5 tingfólk, Tjóðveldi 7, Framsókn 3 og Miðflokkinum 2 tingfólk. Tað gevur samanlagt 17 tingfólk.

Allar veljarakanningar peika sama veg: Samgongan fer at missa meirilutan á komandi vali. Miðflokkurin kemur undan við skinninum á nøsini, men Sambandsflokkurin og serliga Fólkaflokkurin missa. Á hinum vonginum ger Javnaðarflokkurin bart, og tað fer at vera sera trupult at koma rundan um hann í eini komandi samgongu. Men ein møguleiki er tó fyri tí.

Øll tekin í sól og mána siga, at Aksel V. Johannesen aftur verður løgmaður eftir eitt komandi val. Flokkurin ger slætt borð í hvørjari einastu veljarakanning, og spurningurin er bara, hvussu stórur sigurin verður. 3-4 tingfólk afturat, siga kanningarnar, og tað merkir mest sannlíkt, at flokkurin fær minst 9 tingfólk á komandi vali. Hetta skal tó takast við øllum fyrivarnum. 

Greitt er, at Javnaðarflokkurin ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin. Tað merkir, at vit ikki fara at síggja eina breiða ABC-samgongu. Nýggjasta veljarakanningin, ið gevur Lista C 10 sessir og Lista E 7 sessir merkir, at vit kunnu síggja eina reina vinstrasamgongu. Ein lítil møguleiki er eisini fyri eini reinari sambandssamgongu, um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin finna saman og fáa eitt tingfólk afturat, antin í egnum rekkjum ella við hjálp av einum av smáu flokkunum – men so er samgongan ikki ein rein sambandssamgonga longur. 

Men ein áhugaverdur møguleiki er eisini í nýggjaru veljarakanningini. Tað er ein fullveldissamgonga. Kanningin gevur Fólkaflokkinum 5 tingfólk, Tjóðveldi 7, Framsókn 3 og Miðflokkinum 2 tingfólk. Tað gevur samanlagt 17 tingfólk. Við fiskivinnupolitikkinum løgdum á ís kann Fólkaflokkurin helst ganga við til eina sovorðna samgongu. Og við formansskiftinum fyrr í ár kann Tjóðveldi møguliga eisini. Tjóðveldi má eisini skifta formann, sum langtsíðan er farin frá, at verða loysnin til trupulleikan í mun til at vinna tjóðini frælsi. Fyri Framsókn er hetta helst ein yndissamgonga. Og so er spurningurin bert, um liberali Framsókn kann góðtaka konservativa Miðflokkin – og øvugt. Mestur kunnu teir tað við einum góðum vilja. 

Sostatt kann størsti flokkurin koma at standa uttan fyri ávirkan, eins og Tjóðveldi er í lyklastøðu til at fáa sín fyrsta løgmann. Um valið veruliga fellir soleiðis út, sum seinasta veljarakanningin sigur, kann hendan fullveldissamgongan vera einasti møguleikin fyri Fólkaflokkin at koma í samgongu, tí Javnaðarflokkurin vil ikki, og hinir flokkarnir eru ov stuttir til at fáa meiriluta saman við Fólkaflokkinum. Sitandi samgonga hevur íðan ov lítla undirtøku til at kunna halda fram.

Eitt, sum stuðlar uppundir møguleikan fyri fullveldissamgongu, er, at búskaparliga síggjast møguleikar. Landskassin hevur gamaní hall, men vinnulívið hevur dyggiliga reist seg eftir Corona, og tað merkir sjálvsagt, at meira eisini kemur inn í Landskassan gjøgnum partafelagsskatt og lønarskatt. Umframt at tilfeingisgjøldini kunnu økjast nakað. Tí er Fólkaflokkurin ikki heitur fyri, men um økingin ikki er alt ov stór, kann flokkurin uttan iva mýkjast nakað. 

Tjóðveldi hevur verið nógv hartað fyri at hava gjørt ov lítið á fullveldiskós, seinast teir vóru í samgongu. Ikki minst á hesum spaltum. At fara í eina fullveldissamgongu er eitt upplagt høvi aftur at etablera seg sum loysingarflokkin, Tjóðveldi einaferð var.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…