Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta er laksurin. 103 cm langur og hann vigar 30 pund | Mynd: Adrian Stauss

Adrian stóran fong í Íslandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.09.2022 - 10:01 Myndarøð Tíðindi

Hetta er størsti laksurin, ið er veiddur í ánni Ytri Rangá seinastu 6 árini. Hetta hevur verið ein ævintýraferð, sigur Adrian Stauss

Vit eru fýra leirvíkingar, ið eru farnir til Íslands at fiska laks - Ásmund Justinussen, Ingvar Joensen, Joen Magnus Ramussen og eg sjálvur. Vit búgva í veiðuhúsinum við Ytra Ranga, tað er tann áin har mest laksur hevur verið fiskaður í Íslandi. Áin vit fiska í er umleið 15 kilometur long og tað sleppa 18 tráður um dagin at fiska, greiður Adrian Stauss frá. 

Vit hava fiska í tveir hálvar og ein heilan dag. Týsdagin og mikudagin fiskaði eg bara við flugutráðu, men tað hóskaði seg ikki, so eg var noyddur at skifta yvur til spinnara. Eg hevði nokk ikki fingið stóra laksin inn við flugutráðu, sigur Adrian skemtandi.

Hósdagin tá vit høvdu fiska í einar tveir tríggjar tímar, tá var fast. Eg merkti beinavegin at tað var ein stórur laksur. Bardagin stóðu uppá í ein heilan tíma, laksurin vildi ikki tað eg vildi, vit mundu ganga ein kilometur omaneftir áðrenn vit fingu hann inn, sigur Adrian

Laksurin vá 30 pund og var 103 cm langar. 

 

Verður settur útaftur

Ein so stóran laks fær man ikki heim við, hann verður sleptur út aftur. Íslendarar vilja hava genini í sínum egnu áum. Vit fingu annars 13 laksar og altso 12 av teimum fingu vit heimvið, sigur ein vælnøgdur Adrian Stauss við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð