Lýsing
Lýsing
Lýsing

El-in 30 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.09.2022 - 15:04 Tíðindi Vinna

Vælkomin í føðingardag hjá el-in mánadagin. Tá eru 30 ár síðani el-in opnaði handilin niðri í Vági, har Olga og Haldor Holm høvdu bakarí. Helvtin av kjallaranum var gjørt til lampuhandil, meðan hin helvtin var bakaríð inntil vaksandi virksemi hjá el-in kravdi allan bygningin.

 

Umstøðurnar vóru ikki stórar, men akkurát passaligar til at vit kundu hava ein lampuhandil og eitt sindur av el-lutum at selja.

Øll árini hevur el-verkstaður verið partur av virkseminum, men trongu umstøðurnar í hesum gamla bygninginum minkaðu um vakstarmøguleikarnar.

Tá tunnilin lat upp, lat El-in eisini upp nýggjan handil og verkstað upp í Klingrugarði. Her hava vit húsast síðani og nú til føðingardagin er handilin á tremur av spennandi vørum og góðum tilboðum

 

 

Tað verða ymisk tiltøk í handlinum ígjøgnum alla næstu viku. Vit byrja sjálvan føðingardagin við føðingardagslagkøku og kaffi til tey vaksnu og eisini okkurt gott til børnini. Tilboð og kappingar verða føðingardagin og halda fram ígjøgnum vikuna, sum endar við einum rimmar tunnilsdegi leygardagin.

Enn einaferð vælkomin í føðingardag okkara mánadagin 19. September.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…
Sjóndepilin nýggjan leiðara
Tiltøk í vikuni
Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi
Ársfundur nummar 50 hjá Ráðnum fyri Ferð…
Virkið Vár skráin sæst her
Símun Háberg vitjar Norðlýsið
Kirkjan fyri størri umvæling
Veðrið í dag
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði JFK í Barcelo…
Flaggdagshald í Vágstúni
Drál máar aftur støðið undan rættartrygd…
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv