Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skjótt kann besta mansliðið hjá KÍ fáa tvær stjørnur á blusuna

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  17.09.2022 - 13:31 Ítrottur

Um Víkingur ikki fær fulla úrtøku ímóti HB á Tórsvølli í kvøld, leygarkvøldið 17. september, verður tað staðfest longu í kvøld, at KÍ er føroyameistari í 2022, og harvið vinnur besta mansliðið hjá KÍ sítt 20. føroyameistaraheiti.

Í fleiri londum er traditión fyri, at fótbóltslið kunnu fáa sær eina stjørnu á blusuna fyri hvørji 10 vunnin meistaraheiti.

Her heima hevur besta mansliðið hjá HB higartil verið einasta felagið í mansdeildini, sum hevur kunnað havt tvær stjørnur á blusuni, og tað hevur felagið eisini.

Men nú KÍ bert manglar eitt stig (ella at Víkingur missur eitt stig) til at vinna sítt 20. føroyameistaraheitið, verður tað skjótt, at eisini besta mansliðið hjá KÍ kann fáa sær tvær stjørnur á kongabláu blusuna.

HB og Víkingur spæla í kvøld á Tórsvølli, so spennandi verður at fylgja við, um arvafíggindin í Havn fer at megna at handa KÍ føroyameistaraheitið 2022 í kvøld.

Hendir tað, verður lagið gott í kvøld í Klaksvík, Norðoyggjum og millum KÍ-viðhaldsfólk kring landið alt.

KOYR Á KÍ !!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið