Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væleydnað fiskikapping

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.09.2022 - 22:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl- og skúlaskipið Dragin skipar fyri, varð hildin í góðveðriðnum í gjár.11 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist  2825 pund.

 

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

Nr. 1: Báturin 'Malla' - 499,6 pund. Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard. Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 2. Báturin 'Eydnufarið' - 424,4 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Jógvan Johannesen. Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3. Báturin 'Hvannrók' - 270 pund. Manning: Finn Baldvinsson og Jógvan Fróðin Baldvinsson.Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol)

 

Størsta fiskin fekk Jakup Eydnugarð við Eydnufariunum. Hetta var ein toskur sum var 112 cm og vigaði 12,72 kg.Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin 'Benjamin' við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol). 


Dragin takkar luttakarum og fyri stuðul til vinningar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026