Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bók um teir 70 sjómanskvinnuringarnar verður løgd fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.09.2022 - 14:25 Mentan Tíðindi

Í kvøld, 22. septembur kl. 19. verður bókaframløga í Løkshøll í Runavík.

Tá verður bókin: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, sum Torleif Johannesen hevur skrivað, løgd fram.

Bókin er 361 síður. Í henni eru 285 myndir av fleiri enn 1000 kvinnum. Forsíðumyndina hevur Livar Nysted málað og Jóhanna Thomsen hevur sett bókina upp. Heimamissiónsforlagið gevur út og bókin kostar 345 kr.

Søgan um sjómanskvinnuringarnar er týðandi partur av søguni hjá Sjómansmissiónini, og er partur av bygdar- og býarsøgunum, ja, partur av Føroya søgu.

Í bókini verður greitt frá teimum 70 føroysku sjómanskvinnuringunum í 65 bygdum og býum í Føroyum, og um tann í Reykjavík og í Hirtshals.

Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðani 1928 og eru tað enn.

Í samband við framløguna fara Petur Hans Hansen og Jónhild Djurhuus við bólki at syngja og spæla og høvundurin greiðir frá bókini. Eisini fara Andrias Magnussen og Ása Jacobsen at siga nøkur orð og Livar Nysted greiðir frá myndini á forsíðuni.
Drekka verður aftaná og høvi at keypa bókina.
Øll eru vælkomin.

Bókin fæst til keyps á Manna.fo og í bókahandlum um landið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag