Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væleydnað Nordplus-næmingavitjan úr Odense farin aftur um bak

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2022 - 09:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eitt Nordplus-samstarv millum Tietgen Handelsgymnasium í Odense og Miðnámsskúlan á Kambsdali er júst av á hesum sinni. Flokkurin N21x vitjaði fyrstu skúlavikuna í august í Odense. Og í seinastu viku – frá 10. til 16. september – vitjaðu so gestirnir úr Odense aftur í Føroyum.

 

Næmingar arbeiða við burðardygd

Endamálið við samstarvinum var at geva næmingunum høvið at samstarva og læra um mentanina og samfeløgini hjá hvørjum øðrum. Føroysku og donsku næmingarnir lærdu um burðardygga laksaframleiðslu á Bakkafrost og fingu innlit í spennandi lýsingarátøkini, sum Visit Faroe Islands hevur brúkt seinastu árini so sum ‘Sheep View’, ‘Closed for Maintenance’ og ‘Remote Tourism’. Annars lærdu báðir flokkarnir um føroyska fólkaræðið á Føroya Løgtingi, upplivdu gamla og nýggja list á Listasavni Føroya, stukku inn á gólvið (vøllin) hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag (nakrar fáar dagar áðrenn felagið enn einaferð gjørdist Føroyameistari), lótu seg bergtaka av trompetspæli og listaverkunum í Christianskirkjuni, og slukku tostan í jolly cola frá Føroya Bjór – og saman vóru næmingarnir eisini eitt samdøgur í Kalsoynni og lærdu um lívið á útoyggj og vitjaðu millum annað eisini gravsteinin hjá James Bond á Kallinum – ein av náttúruvøkru perlunum í Føroyum. Til stuttleikar kann nevnast, at tá ið donsku næmingarnir gingu runt í Tinganesi, rendu teir seg í fleiri landsstýrismenn, sum júst tá komu av landsstýrisfundi – og bæði Sólvit Nolsoe, Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen og Magnus Rasmussen góvu sær tíð at heilsa uppá gestirnar.

 

Kópakona og havfrúgv

Næmingasamstarvið snýr seg millum annað um burðardygd inna landbúnað og fiskivinnu – og ikki minst innan ferðavinnu. Talið á ferðafólkum er nógv vaksið í Føroyum seinastu árini, og hetta merkja fólk t.d. við Gjógv, í Gásadali og í Kalsoynni, har næmingarnir vitjaðu hesa vikuna. Søgnin um kópakonuna í Mikladali og ævintýrið um havfrúnna hjá H.C. Andersen høvdu eisini ein týðandi leiklut í samstarvinum millum næmingarnar úr báðum londunum – eftir sum vitjað jú varð millum annað bæði í Mikladali og í Odense á ferðini. Donsku næmingarnir fingu eisini undirvísing í føroykum máli og mentan, fingu høvið at royna føroyskan dans og lærdu eitt sindur um føroysk samfelagsviðurskifti – og næmingarnir úr báðum londunum arbeiddu eisini í blandaðum bólkum við mentanarmunum og gjørdu stuttar filmar um evnið.

 

Góður stuðul frá kommununum í økinum

Veðrið varð sum heild gott hesa vikuna, og tí eydnaðist tað eisini hjá teimum 26 donsku og 26 føroysku næmingunum at uppliva Gásadal at byrja við á ferðini og norðara part av Eysturoynni seinasta dagin. Av tí at nógvir næmingar í føroyska flokkinum koma úr Sunda Kommunu, tók borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, væl í móti stóra næmingahópinum við Gjógv, greiddi teimum frá um Gjáar bygd og um ferðavinnuavbjóðingina í smábygdunum í kommununi, og beyð svanga næmingahópinum eina góða máltíð í Gjáargarði. – Og næmingarnir upplivdu eisini stóran blíðskap frá Eystur Kommuni, haðani nakrir næmingar í føroyska flokkinum eru, og frá Klaksvíkar Kommunu, sum í fleiri ár hevur verið vinarbýur við Odense. Donsku næmingarnir hava búð hjá føroysku næmingunum hesar dagarnar, og uttan hjálp frá gestablíðum vertsfamiljum hevði tiltakið als ikki borið til. Tað, at vertsnæmingarnir lata heim síni upp fyri gestanæmingunum, er í veruleikanum tann týdningarmesti parturin av einum norðurlendskum skúlasamstarvi sum hesum, og lærararnir, sum varða av samstarvinum, ynskja tí at takka familjunum fyri teirra týdningarmikla leiklut í hesum sambandi. Tað eru Óluva Klettskarð, lærari í føroyskum og søgu, og Jóannes Næs Petersen, lærari í enskum og samfelagsfrøði, sum hava tikið sær av Nordplus-verkætlanini hesaferð saman við eldhugaðu næmingunum í N21x-flokkinum. Donsku gestirnir fóru avstað aftur til Danmarkar fríggjamorgunin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík fær vitjan av KÍF
Vit elska Klaksvík og KÍ
Stjørnan og EB sunnudagin kl. 13.30
Verður tað í morgin, at KÍ endur­vinnur F…
Nýggjur Gadus birtir vón
Frits væl fagnaður í Gallarí Havnará
ES-innflutn­ingur av russiskum flótandi n…
Umboð fyri Nes kommunu vitjaðu dagstovna…
Nýggjar kloakkir á Eiðinum
Russland og Ukraina samstarva um, at hal…
Bretar handla við Russland i milliardakl…
Hvar blivu lyftini um lættar og yvirskot…
Samstarvið við ES eigur at styrkjast
Fíggjar­lógin avspeglar máttloys hjá samg…
- Hetta veit vist nokk líka nógv um búsk…
Nordea-grunnurin vil stuðla við 100 mió.…
Býráðsminnilutin givið Anniku nevndarses…
Heimskendu Orphei Drängar vitja Varpið
Fíggjar­lógin 64 milliónir í halli
Leitar eftir upplýsingum um flatmaðk