Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gongdin hjá størru føroysku fyritøkunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2022 - 10:34 Tíðindi Vinna

Greiningin frá P/F Januar, um tær størru fyritøkurnar, vísir at tað er ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast millum tey 20 feløgini í greiningini. Vøksturin innan nettosølu er 12,8%, ið er ein stórur vøkstur. Tó eru íløgurnar lækkaðar við 6,6%, og samtíðis er nettoskuldin økt við 7,8%.

 

Nettosøla

Greiningin vísir, at feløgini nú aftur eru á sama støði við nettosølu, sum áðrenn Covid-19. Samlaða nettosølan er 11,3 mia.kr., sum er ein øking upp á 1,3 mia.kr. í mun til 2020.

Hertil skal viðmerkjast, at 2020 varð eitt ár merkt av Covid-19, og vøksturin í nettosølu avspeglar eisini, at ferðafólkaflutningur nú aftur er ávegis sama støði, sum áðrenn Covid-19, men eisini sæst, at gongdin í oljuprísum hevur ávirkað nettosøluna í 2021.

 

Rakstraravkastið (EBIT) økist

Sambært greiningini hevur rakstraravkastið verið í eini støðugari lækking hesi seinastu 5 árini, tó økist rakstraravkastið í mun til seinasta ár, men samanhildið við 2019 er gongdin tó enn niðurgangandi.

Samlaða rakstraravkastið øktist við 403 mió.kr. samanhildið við 2020, sum svarar til ein 66% vøkstur.

Men hóast nettosølan í hesum 5 ára tíðarskeiðinum er økt við 1,5 mia.kr., so er rakstraravkastið lækkað við 247 mió.kr.

 

Um greiningina

P/F Januar hevur gjørt greiningina av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.

Í mun til undanfarin ár hevur verið gjørligt at móttikið eitt yvirlit yvir feløg, sum hava ein roknskap í flokki C-stór ella størri, og eru hesi feløgini tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini. Eisini er mett, at P/F Bakkafrost er ein somikið stór fyritøka, í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.

Greiningin er á heimasíðuni hjá P/F JANUAR, løggildum grannskoðarum. Greiningin sæst HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke
Trump vil hava Grønland
Veðrið í jóla­vikuni
Tussj: Bárður er flogbóltsumsjó­nar­maður…
Gamli Klakksvíkshandilin eisini opin í d…
1151 pakkar umborð á 102 skip