Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost keypt P/f Faroe Seafood 2011

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2022 - 14:50 Tíðindi Vinna

Í fjør varð 61% av øllum Bakkafrost-laksi útfluttur til evropeiska marknaðin, og serliga Bakkafrost Skotland útflytir stórar nøgdir til evropeiska fastlandið. 

 

20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í P/f Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum, herundir eisini keyp av dótturfelagnum Faroe France S.A.R.L., ið rekur søludeild í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi, ein miðdepil fyri innflutning av sjógæti til Fraklands og evropeiska marknaðin, og sum innflytir og selur føroyskt sjógæti. Við keypinum styrkir Bakkafrost um støðuna á evropeiska marknaðinum, og virksemið kemur at hækka um tænastustøðið, sum Bakkafrost veitir kundum í Evropa. Bakkafrost yvirtekur raksturin frá 1. oktober 2022.

Keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.


Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost, sigur í viðmerking: 

“Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at vera fremsti veitarin av laksi í heimsflokki, og vit byggja langtíðar samstarv við okkara kundar og miðja ímóti at veita bestu tænastu. Við keypinum av Faroe France koma vit nærri marknaðinum, og veita enn betur tænastu til kundar í ES”.  

Í fjør varð 61% av øllum Bakkafrost-laksi útfluttur til evropeiska marknaðin, og serliga Bakkafrost Skotland útflytir stórar nøgdir til evropeiska fastlandið. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)