Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt og kølið fyrru helvt av vikuni, sum stendur fyri framman. Mikudagin fer hann at mala úr ymsum ættum, og so er aftur lágætt.. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.09.2022 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Í fyrru helvt í vikuni, sum kemur, fer hann at liggja høgt – t.e. av ættum kring norðan – tí lágtrýstini eru plaserað eystan fyri Føroyar. Nógvi vindurin, sum byrjaði í gjár, fer at halda á allan dag (mánadag), men so fer at minka.

Mikudagin fer ein hátrýstryggur at stinga seg ímóti Føroyum. Tá fer vindurin at minka niður í lítið ella einki úr ymsum ættum. Eftir tað fer eitt lágtrýst at trýsta seg hendavegin, og tá ið tað er komið nóg nær, er lágætt hjá okkum, fyri tað mesta ímillum landsynning og sunnan.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Útnyrðingur, 15 til 20 m/s. Hetta verður miðalvindurin allan dagin, tó at tað eru løtur seint fyrrapartin við minni vindi, og løtur við eitt sindur meiri vindi seint seinnapartin. Skýggjað og regn ella ælaveður allan dagin.

Hitin mánadagin fer at liggja úr 4 stigum um náttina upp í 9 stig um dagin.

Týsdag: Minkandi um náttina niður í 3 til 8 m/s av norði. Samdrigið og skýggjað og ælaveður.

Hitin týsdagin fer at liggja ímillum 6 og 10 stig.

Mikudag: Norðan, minkandi úr 3 til 8 m/s um náttina og fyrrapartin, men út á seinnapartin minkar vindurin niður um 5 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt.

Hitin mikudagin fer at liggja ímillum 6 og 10 stig.

Hósdag: Hann fer at mala úr ymsum ættum, vindferðin lítil, undir 5 m/s. Um kvøldið landsynningur, 2 til 7 m/s. Samdrigið, eisini løtur við sól og turt.

Hitin hósdagin fer at liggja ímillum 6 og 12 stig.

Fríggjadag: Landsynningur, 5 til 10 m/s – út á fyrrapartin gongur hann upp til eystan. Samdrigið við sólglottum fyrrapartin, men út á seinnapartin skýggjað og um kvøldið regn.

Hitin fríggjadagin fer at liggja ímillum 9 og 12 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?