Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nevndin í Íverksetarahúsinum

Elsti kontórbygningur í Føroyum, letur dyrnar upp fyri almenninginum, mikudagin 28.septembur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2022 - 16:00 Tíðindi

Tá bygningurin á Garðavegi 57 fyrstuferð lat dyrnar upp í 1943, slóðaði Kjølbro fyri. Vaksandi virksemi hjá fyritøkuni hjá Kjølbro setti onnur og størri krøv, sum hevði við sær, at Kjølbro lat stóra kontórbygningin á Garðavegnum byggja. Talan er sostatt allarhelst um Føroya elsta veruliga kontórbygning. Nógv virksemi hevur verið í hesum bygninginum, ígjøgnum ár og dag, og í dag húsast Íverksetarahúsið har.

 

Ímeðan bygningurin enn stendur sum ein varði og súmbol fyri slóðbrótandi virksemið hjá Kjølbro, syrgir Íverksetarahúsið tí fyri virkseminum í dag. At júst Íverksetararhúsið húsast í bygninginum, er tí náttúrligt, tá júst hesin stovnurin slóðar fyri og leggur lunnar undir virksemi hjá íverksetaraspírum úr øllum landinum. 

Tíðarinnar tonn hevur, eisini í hesum bygninginum, sett síni spor. Í 2021 varð hol tí sett á eitt stórt arbeiði at endurnýggja og seta bygningin í stand. Í løtuni leggja arbeiðsfólkini seinastu hond á hetta arbeiðið.

Í hesum sambandi bjóðar Íverksetarahúsið øllum at verða vælkomin til opið hús mikudagin, 28.septembur frá kl.14.00.

Møguleiki verður m.a at síggja gamlar lutir, ið hava verið brúktir í samband við kontór virksemið hjá Kjølbro ígjøgnum tíðina.

Kl.15:00 bjóðar Íverksetarahúsið vælkomin. Síðan kemur Jógvan við Keldu at greiða frá søguni hjá húsinum. Harumframt koma onnur fólk at greiða frá virkseminum, sum hevur verið í bygninginum ígjøgnum tíðina, heilt til dagin í dag har Íverksetarahúsið síðan 2014, hevur húsast og skapt eitt íverksetaraumhvørvi.

Íverksetarahúsið bjóðar øllum vælkomnum til opið hús, drekkamunn og annað leskiligt.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik