Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroysku fólkatingslimirnir og Nicolai Wammen, danskur fíggjarmálaráðharri. Føroyingar eru noyddir at ansa eftir, at peningur úr statskassanum ikki verður fataður sum ein innbjóðing til at leggja seg út í føroysk viðurskifti

Ráddi Sjúrður Skaale, vóru kanska ongar Føroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2022 - 09:00 Leiðarin Politikkur

Sjálvandi skulu okkara fólkatingsumboð viðgera mál sum radaramálið, nýtt fongsul og onnur mál, ið hava við bæði Føroyar og Danmark at gera. Her er talan um ikki-yvirtikin mál, sum av tí sama ikki einans viðkoma føroyingum, men eisini øðrum. Men málini um gongd í haga í Føroyum og fosturtøku til føroyingar eru føroysk burturav og eiga at verða viðgjørd av føroyingum einsamøllum. Skulu onnur innblandast eisini í tílík mál, ráða vit ikki longur sjálvi.

 

Í illsinnisglepsi skrivar Sjúrður Skaale, at um undirritaði ráddi, kom onki mentanarhús í Klaksvík. Kortini viðurkennur Skaale í sama skrivi, at upphæddin, hann hevur útvegað á donsku fíggjarlógini, bert er ein brotpartur av tí, Mentanarhúsið fer at kosta. Nógv tann mesta fíggingin er føroysk, men Sjúrður bedýrar, at hansara brotpartur var altavgerandi fyri, at Mentanarhúsið gjørdist veruleiki. Tað er neyvan rætt, men tað nyttar onki at trætast um tað.

Kjarnin í oddagreinini “Desperatur fólkatingsmaður” snúði seg ikki um at finna fígging her og der, men um tað óhepna í at involvera óviðkomandi partar í serføroysk viðurskifti.

Sum fyrrverandi tjóðveldismaður kann Sjúrður Skaale valla vera ósamdur í, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta eigur at vera galdandi fyri øll málsøki, ið eru føroysk burturav, t.v.s. málsøki, sum Føroya Løgting hevur fult málsræði av, herundir málsøki, ið eru yvirtikin frá Danmark.

Ongin hevur ilt av, at fólkatingslimir viðgera eitt nú nýggja fongslið, ið byggjast skal í Føroyum. Tað er danskt málsøki, og føroysku fólkatingslimirnir umboða Føroya fólk í tí málinum. Tað er alt í fínasta lagi. Tað sama ger seg galdandi fyri radaramálið og Huawei-málið, ið Sjúrður Skaale sjálvur nevnir. Tað eru trygdarpolitisk mál, ið enn formliga eru á donskum hondum, og tað eru júst tílíkum málum, fólkatingslimirnir skulu umboða føroysku tjóðina í. Mál, sum bæði viðkoma Føroyum, Danmark og í hesum føri NATO.

Men tað sama er álvaratos ikki galdandi fyri serføroysk mál burturav, ið ikki viðkoma øðrum. Tað tænir ikki Føroyum, at danska Fólkatingið kemur inn yvir eitt mál, ið ikki á nakran hátt er viðkomandi fyri danska Fólkatingið. Eitt tílíkt mál er málið um gongd í haga. Í og við at tað málið er Fólkatinginum óviðkomandi, so hava danskir politikarar ikki nakað at skulað sagt um tað málið. Og soleiðis eigur tað eisini at vera Men skal Fólkatingið rinda fyri kanningar og ráðstevnur um gongd í haga í Føroyum, so kann hugsast, at Fólkatingið eisini vil sleppa at hava nakað at siga. Og tað má ikki henda!

Tað er heldur ikki gott fyri nakað, at Fólkatingið skal blandast uppí fosturtøkukjakið her heima í Føroyum. Tað einasta, sum fæst burturúr tí, er, at trýst kemur uttanífrá á føroyingar og á føroyskar politikarar. Vit vita øll, at trýst elvir til móttrýst, og kemur trýst uttanífrá, fara fleiri her heima upp á bakbeinini. Tað kann væl hugsast, at summi, sum í dag eru moderat dagføringarsinnað og høvdu kunnað gingið við til eina pragmatiska loysn, fara upp á troðs, tí tey vilja ikki, at tað skal síggja út sum um at tey geva eftir fyri pressi uttanífrá.

Vit hava mangan sæð óviðkomandi felagsskapir lagt seg út í okkara grindadráp, og tá fara vit (næstan) øll upp á bakbeinini og verja borg. Og tað av røttum. Tað kann vera flunkandi líka mikið, um tey hava tær bestu intentiónirnar – tey skulu ikki blanda seg, tí her ráða vit. Tað er neyvt tað sama við spurninginum um fosturtøku. Óansæð hvønn hugburð vit føroyingar hava til fosturtøku, so skulu onnur lata vera við at blanda seg – og vit skulu lata vera við at blanda onnur upp í tað.

Her skulu vit ráða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð