Lýsing
Lýsing
Lýsing

Son Of Fortune skjýtur FríðuTónar í gongd í morgin

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  07.10.2022 - 21:05 Mentan Tíðindi Vinna

Framúr dugnaligi sangarin, sangskrivarin og tónleikarin - Benjamin Petersen - fer á pall leygarkvøldið 8. Oktober kl. 21.00.

So fáa vit møguleikan at uppliva “SON OF FORTUNE” live á FríðuTónum!

Framúr dugnaligi sangarin, sangskrivarin og tónleikarin fer á pall leygarkvøldið 8. Oktober kl. 21.00.

Hann bleiv veruliga kendur við bólkinum “AVE”, og hevur sungi við bæði Teitur og Eivør. Men nýggjasta skotið á stammuni er fløgan “Voodoo Pop”, ið er framleidd í Nashville.

Saman við sínum bólki, hevur hann bergtikið áhoyrarar í Danmark, Norra, Týsklandi, Spania, Italia, Ruslandi og USA við sínum musikaliteti.

FríðuTónar verður afturvendandi

- Vit royndu FríðuTónar fyrstuferð í mars í ár, og móttøkan av tiltakinum hevur verið ómetaliga góð, sigur Mimmy Vágsheyg. 

- Sera nógv fólk vitjaðu tónleikakvøldini í Fríðu, og stemningurin var ótrúliga góður. Ætlanin við konsertunum er, at fáa eitt intimt umhvørvið, sum er hugnaligt, lekkurt og avslappandi. Samstundis kunnu fólk hugna sær við onkrum at leska sær við, sigur Mimmy.

- Ætlanin er, at tiltakið verður afturvendandi, tí vit halda hetta manglar í Klaksvík.

Fyrsta konsertin á FríðuTónum í oktober verður við Son of Fortune, og síðani verður tað Janus Wiberg Mortensen, ið fer á pall 15. Oktober. 19. November verður forkunnug konsert við Elinborg Pálsdóttir, og væntast kann at okkurt navn verður avdúkað afturat komandi dagarnar.

Vit gleða okkum til intimu tónleikaupplivingina við Benjamin Petersen á FríðuTónum leygadagin 8. Oktober kl. 21.00.

Atgongumerki kunnu keypast á leinkjuni niðnafyri:

https://frida.fo/events/fridutonar-vid-son-of-fortune

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag