Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyri tað mesta útsynningur hesa vikuna. Týsdagin er nakað av vindi, upp í skrið - næstan stormur. Annars ikki so nógvur vindur. Løtur við nógvum regni og dagar við ælaveðri. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.10.2022 - 07:00 Tíðindi Veðrið

Veðrið í Føroyum í vikuni, sum júst er byrjað, fer at vera stýrt av lágtrýstum, sum standa yvir ella nær við Ísland.

Føroyar fara at liggja eystan fyri miðjuna av lágtrýstunum, og tí fer ættin næstu 5 dagarnar at liggja mest av útsynningi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Útsynningur, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt. Um middagsleitið lækkar hann niður í sunnan, og vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s. Enn samdrigið og turt. Út á seinnapartin gongur hann upp í landsynning, og vindferðin fer at veksa aftur upp í 5 til 10 m/s. Tá ið nakað er ligið út á seinnapartin, gerst skýggjað, og so fer at regna. Hetta verður um 17-18 tíðina. Í kvøld fer vindur upp í 10 til 15 m/s.  

Hitalagið mánadagin fer at liggja um 11 til 14 stig.

Týsdag: Landsynningur, 5 til 10 m/s um náttina, sum lækkar niður í sunnan um morgunin. Út á fyrrapartin gongur hann upp í útsynning, og vindurin fer at veksa upp í 15 til 20 m/s. Hann fer at minka, tá ið nakað er ligið út á seinnapartin. Á midnátt eru 10 til 15 m/s av útsynningi. Turt um náttina, men tað fer at regna um morgunin, og tað slítur í út á fyrrapartin. Út á seinnapartin og restina av degnum er ælaveður.

Hitalagið týsdagin fer at liggja um 11 til 14 stig.

Mikudag: Útsynningur, 10 til 15 m/s um náttina, men hann minkar um vindin út á fyrrapartin. Á middegi eru 3 til 8 m/s. Um kvøldið vestan, og vindferðin aftur 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður um náttina og morgunin og út á seinnapartin. So fer at regna í nakrar tímar. Seint um kvøldið er aftur turt ella ælaveður.

Hitalagið mikudagin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Hósdagin: Útsynningurm 8 til 13 m/s, minkandi út á dagin niður í 3 til 8 m/s. Allan dagin skýggjað við regni ella ælaveðri.

Hitalagið fer at liggja um 7 til 10 stig.

Fríggjadagin: Útsynningur, 2 til 7 m/s, út á seinnapartin gongur hann upp í vestan og veksur vindin eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður allan dagin.

Hitalagið fríggjadagin fer at liggja um 6 til 10 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni