Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heygabúðin 40 ára føðingardag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2022 - 14:53 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tann 4. oktober 1982 lat Bjarti Højbro, sáli upp Heygabúðina í nýggjum hølum yviri á Heygum. Vit hátíðarhalda 40 ára føðingardagin alla vikuna við nógvum brand góðum tilboðum, sigur Eyðun Højbro, sonur Bjarta, ið er handilsleiðari í dag

Tann 4. oktober (kartober) hevði ein kend býarmynd føðingardag, men hetta er eisini dagurin har Heygabúðin flutti í nýggj hølir í 1982.

Í viðtalu við Norðlýsið tann 8. oktober 1982, segði Bjarti Højbro sáli, at hann var sera væl nøgdur við nýggju umstøðurnar og eisini góðu parkeringsiðurskiftini.

Handilin Heygabúðin hevur langa traditión aftan fyri seg. Tað var í 1949, at abbi Eyðun, Jógvan Højbro, sáli fór at handla í kjallarinum hjá "Agga" við Oyravegin, men longu í 1950 flutti Jógvan Højbro, sáli oman í egnu hús síni við handlinum.

 

Nógv brandgóð tilboð

Sonurin Eyðun Højbro er handilsleiðarin í Heygabúðini í dag. Hann sigur við Norðlýsið, at  í morgin 4. oktober bjóða vit køku og kaffi frá 15:00 - 18:00. Eyðun leggur aftrat, at niðanfyri síggjast fleiri brandgóð tilboð sum eru galdandi frá í dag til sunnukvøldið

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag