Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sámal Samuelsen, stjóri hjá FarPay,

FarPay kosin ”Børsen Gazelle” annað árið á rað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2022 - 11:25 Tíðindi Vinna

Tey seinastu árini hava fíggjarliga sæð ikki verið nakar dansur á rósum – hvørki her heima, ella úti í heimi. Hóast tað, hevur tað eydnast FarPay at tillaga seg tær broyttu marknaðartreytirnar og hevur bast avbjóðingunum. Tað hevur eydnast so mikið væl, at annað árið á rað, er FarPay kosið til “Gazelle” av Dagbladet Børsen – ein heiður, ið bert verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini í minsta lagi hava tvífalda søluna ella bruttovinningin.

At náa tað hevur ikki verið lætt.

 

“Nei, tað hevur verið ein stór avbjóðing í einari tíð við korona og ófriði”, sannar okkara stjóri Sámal Samuelsen. “Men vit løgdu eina ætlan og hava víst, at vit kunnu halda hana, so “Gazellan” er aftur í ár eitt megnar herðaklapp til okkara dugnaligu og arbeiðssomu starvsfólk, ið hava ment og dagliga víðarimenna tær tænastur, sum ger lívið lættari hjá okkara kundum og teirra gjaldarum.“

 

“Sjálvandi eru vit ógvuliga fegin og glað. Men tað hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum at vinna Gazellir: Okkara mál er at tæna okkara kundum samstundis sum vit reka eina sunna fyritøku. Eisini í truplum tíðum. Tað er eydnast, og í mínum eygum er tann størsti vinningurin við okkara framgongd, at vit í tíðarskeiðinum frá februar 2021 og til august í ár, eru vaksin frá at hava 6 til 14 dugnalig starvsfólk. So vit hava eitt enn sterkari grundarlag til at halda fast í tí vøkstrinum, vit hava havt seinastu 4 árini.”

FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.

FarPay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn og størsti parturin av okkara virksemi og vøkstri er uttanfyri Føroyar. FarPay bleiv kosin ársins íverkseti í Føroyum í 2019, og fekk Børsen Gazelle prísin í Danmark í 2021 og 2022.


FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri
Kappróður: Teknikkur og taktikkur í hásæ…
Elisabet Norðoy Vilhelmsen gjørdist dags…
Arbeiðið at gera nýggja rampu á Syðrad…
Upptakt: KÍ-NSÍ
Ein framúr føðingardags­konsert
Gallarí Á Stongunum lat upp í dag
Team Klaksvík 25 - Legends
Samrøða við Hanus Kjølbro