Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eg vóni at nógv koma at vitja hesar dagarnar og at tit øll fáa eina góða uppliving. | Mynd: Dávur Winther

Gallarí Á Stongunum lat upp í dag

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  30.05.2025 - 23:21 Mentan Myndarøð Tíðindi

Framsýnarar eru Maria Mørkøre og Pól Skarðenni á Stangavegur 13.

Fernisering var kl. 17.00 í dag við pomp og prakt – Fyrst sang og spældi Bárður á Lakjuni, løgtingslimur nøkur egin løg.

Síðani lat Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, framsýningina upp við væl valdum orðum.

Aftaná var frískligt ábit.

Hetta er ein litrík og spennandi framsýning, sum heilt víst er eina vitjan verd.

Niðanfyri verður røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni endurgivin:

Góðu tit øll!

Takk fyri høvið at siga nøkur fá orð í samband við hesa framsýningina í Gallarí á Stongunum.

Listafólkini eru Maria Mørkøre og Pól Skarðenni, sum bæði eru fødd í Klaksvík í 1960unum. Hon í 67 og hann í 62.

Sum tilflytari til Klaksvíkar, so skilji eg væl, at Pól og Maria onkursvegna hava fingið íblástur úr økinum her. Vit skulu bara hyggja rundan um okkum, so er allastaðni okkurt at síggja. Høgu dramatisku fjøllini, stóra virksemið í býnum og altíð spennandi ljósið, tá vit hyggja okkum í kring.

Tað er óansæð um tað er summar, heyst, vetur ella vár; dagur, kvøld, nátt ella morgun; Sól, regn, kavi ella tám, so er okkurt sum hugtekur og okkurt sum broytist.

Ella sum Steintór Rasmussen skrivaði tað:

“Tað vakra hugtekur øll - víkirnar, eiði og fjøll”

Tí undrar tað ikki, at tað úr Klaksvík eru rættiliga nógv og ymisk listafólk.

Hyggja vit at listini hjá Mariu og Pól, so eru tey eisini rættiliga ymisk, men tey hava kortini tað til felags, at landsløg ofta hava sín stóra leiklut.

Málningarnir hjá Pól eru ofta ein lýsing av tí, sum hann sær. Ofta málaðir úti í fríu náttúruni og vísa tað stórbæra, sum er at síggja kring okkara vakra land. Tað má vera serliga hugtakandi at mála á staðnum í støðuni í einum landi sum Føroyar, har ljósið áhaldandi broytist. Og eg ivist ikki í, at tað ofta kann vera torført at velja júst hvat ljós spælir best á løriftinum.

Ein málningur hjá Pól hongur heima hjá okkum. Hann er av málaður av Mølini á Eiði og konan keypti mær hann, tá eg var liðugur við mína útbúgving.

Tað kemur meira enn so fyri, at eg steðgi á, hyggi at honum og komi í tankar um onkra hending frá mínum uppvøkstri.

Landslagsmálningarnir hjá Mariu eru eftir mínum ólærda tykki meira hugløg. Orð sum fjálgt og heimligt koma í høvdið á mær, og kanska bygdaløgini og fólkini fylla eitt sindur meira enn sjálvt landslagið, sum meira eru pallurin enn sjálvur leikurin.

Umframt hetta málar Maria eisini ofta menniskju. Hóast motivið tá er øðrvísi, so eru tað framvegis hugløg og kenslur, sum hon málar. Eftir hondini eru tað nógv ymisk menniskju og støður, men eg haldi kortini, at vit kunnu siga, at tað eru myndevni og støður úr Bíbliuni, sum standa serliga sterkt.

Eg vil fegin enda við at siga, at hendan løtan í dag vísir, at vit hava nógv at fegnast um í Føroyum. Vit hava eina livandi mentan, sum áhaldandi mennist. Vit hava menniskju, sum hava møguleika, evnir og vilja at kasta seg út yvir listarligt arbeiði. Maria Mørkøre og Pól Skarðenni eru tvey. Men hyggja vit her inni, so eru fleiri afturat, og hugsa vit um býin og kring Føroyar, so ivist eg í, um vit nakrantíð hava havt sterkari listarlig umhvørvir og listafólk í okkara landi.

Tað eru nógv viðurskifti, sum spæla saman fyri at røkka slíkum, men tað er avgjørt eisini ein fyritreyt, at vit hava fólk sum Kristian á Lakjuni og tey rundan um hann, sum taka eina støðu um at skapa ein pall til listina.

Eg vóni at nógv koma at vitja hesar dagarnar og at tit øll fáa eina góða uppliving.

Takk fyri høvið og góða Norðoyastevnu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri
Kappróður: Teknikkur og taktikkur í hásæ…
Elisabet Norðoy Vilhelmsen gjørdist dags…
Arbeiðið at gera nýggja rampu á Syðrad…
Upptakt: KÍ-NSÍ
Ein framúr føðingardags­konsert
Gallarí Á Stongunum lat upp í dag
Team Klaksvík 25 - Legends
Samrøða við Hanus Kjølbro