Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin av eplinum er av Facebook-síðuni hjá Heystfagnaðinum. Eplið var 20 cm og vigaði 507 gram sambært somu keldu.

Hendingaríkt heyst fyri framman

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.10.2022 - 11:32 Leiðarin Mentan Tíðindi

Nógv hendir í samfelagnum fyri tíðina. Í Klaksvík er nýggja rennibreytin tikin í nýtslu, hondbólturin og onnur vetrarítrótt er longu farin á rull, fjøllini eru mestsum gingin, flestu krovini eru komin upp at hanga, og vit fara so gott sum heilt víst at fáa eitt fólkatingsval í næstum.  

(Leiðari úr blaðnum, skrivaður mánadagin)

Eins og árstíðin er veruleikin merktur av kontrastum og óvissu. Veðrið hevur ilt við at taka eina avgerð. Regn, sól, vindur og stilli eru hvørt um annað. Í fótbóltslandskappingini kann onkur dystur verða raktur av himmalsins ódnarveðri og muga útsetast, samstundis sum ein annar dystur verður avgreiddur í fagrastu líkindum. Soleiðis er heystarveðrið, og tað mugu vit bara liva við. 

Samstundis sum vit her heima í friðarligu Føroyum ganga fjøllini, fletta og heingja upp til turkingar og ræsingar, eru ófrættakend rák úti í heimi. Kríggið í eystara partinum av Europa hevur lyndi til at nærkast okkum, og fjálturin er farin at merkjast. Møguliga kennir onkur seg máttleysa/n, og tað er væl skilligt. Men óansæð hvussu stríðið í heiminum útartar seg, er neyðugt, at vit standa saman og taka lógvatak við okkara sameindu so gott vit nú einaferð kunnu. 

Hendan tíðin býður eisini upp á ljósar løtur. Eitt nú hevur Eiðis Kommuna veruliga rakt plett við sínum Heystfagnaði. Lítla lokala løtan eftir heystskurðin sunnanvert Risan og Kellingina hevur vaksið seg til eitt reiðiligt trekkplástur, sum fólk aðrastaðni frá valfarta til. Og hugflognum bilar onki á Eiði, har tað aftur í ár til dømis verður kappast um størsta eplið í landinum. Í ár spælir KÍ ímóti EB/Streymi á seinasta degnum av heystfagnaðinum, so tað skuldi verið lagað manni (m/k) fyri norðoyingar at notið serstaka blíðskapin á Eiði tá. 

Vit hava helst vant okkum við tankan so leingi, at tað væl og virðiliga var vorðið trivielt, tá danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, skrivar út val í næstum. Hon hevur havt knívin á barkanum frá samstarvsflokkinum Radikale Venstre so leingi, at knívsblaðið er rustað. Eisini her heima eru flokkar farnir at brynja seg til valið, summir meira enn aðrir. 

Núverandi fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum er at kalla sjálvskrivaður til annan sessin. Verður tað ikki hann, verður tað ein onnur í sama flokki. Tí veljarakanningarnar geva Javnaðarflokkinum eina heilt øgiliga framgongd, og stendur krútsterkur í øllum veljarakanningum, bæði teimum mongu til løgtingsvalið og teimum fáu til fólkatingsvalið. Har er ongin slingur í valsinum. Hin sessurin er tískil tann, sum mesti spenningurin stendur um. Sambandsflokkurin liggur “lunt i svinget” til at endurvinna sessin sambært kanningunum, men at atkvøðuslúkurin seinast letur stafettina víðari, fer heilt víst at merkjast. Sostatt minnir fólkatingsvalið um FM í fótbólti: Nummar eitt hevur (helst) longu vunnið, meðan biðlarnir til silvurmedaljuna eru enn í harðari innanhýsis kapping. 

Vit eru nú komin inn í seinasta ársfjórðingin av 2022. Í heimliga politikkinum merkir tað á hvørjum ári eina drúgva telving um fíggjarlógina. Hendan er longu byrjað, og vit vita av royndum, at bæði stórar og nógvar broytingar fara at verða gjørdar, áðrenn jólafriðurin loksins kann seta yvir Føroyar. Hetta er seinasta fíggjarlógin undan løgtingsvalinum, og til stórt forargilsi hjá búskaparfrøðini plagar gávuhýrurin tá at vera væl størri enn vant. 

Spennandi verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð