Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dag og viku-verturin John Johannesen og redaktión hansara royna at mála eina mynd av, at útjaðari og miðstaður eru ósamd um tiltøkini mótvegis Russlandi skulu herðast ella ikki, men sum sæst á myndini, er munurin sera lítil. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Hvønn vilja vit imponera við symbolpolitikki?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2022 - 19:59 Leiðarin Politikkur Vinna

Onkur miðil tykist vilja, og ja, viðgingið, fleiri borgarar vilja gjarna hava, at Føroyar skulu steingja havnir og steðga øllum sambandi við Russland vegna innrásina í Ukraina. Hetta hóast vit vita, at avleiðingarnar vera sera stórar og ógvusligar fyri Føroyar og so gott sum ikki fara at merkjast fyri Russland. Hvørjum gagnar tað?

Kringvarpið hevði týskvøldið 4. oktober eina voxpop og eina meiningakanning um tiltøkini ímóti Russlandi. Har vóru, sum vera man, fleiri ymiskar meiningar um tað. Summi vildu steðga øllum fiskivinnusamstarvi, onnur vildu steingja føroyskar havnir fyri russum, uppaftur onkur annar vildi ikki, at Føroyar fara í fiskivinnusamráðingar við Russland, men so var eisini onkur, sum helt, at tiltøkini fevndu nóg víða, sum nú er, og skuldu ikki herðast. Og so var samrøða við Frimodt Rasmussen, ið greiddu frá, hvussu neiligar avleiðingar tað fór at hava fyri føroyska búskapin og vinnulívið at kvetta sambandið við Russland heilt. So vítt, so gott.

Men dagin eftir tóktist tað sum um Kringvarpið sjálvt ynskti, at Føroyar skuldu leypa beint aftaná Noregi, ið tá kunngjørdi, at Noreg fór at steingja allar uttan tríggjar norskar havnir fyri russiskum skipum, og at har skuldi vera strangt eftirlit við ólógligum flutningi til og úr Russlandi. Hetta tí tey ikki vildu gerast transitt-land fyri krígsførandi Russland. KvF leyp á leistum og vildi hava at vita, um okkara løgmaður ikki vildi gera tað sama. Løgmaður tók ta skilagóðu avgerðina um at biðja Kringvarpið vælsignað bíða.

Tað er ikki heilt vandaleyst, at KvF fer út og spyr tilvildarlig fólk á gøtuni um so kompleks viðurskifti, serliga ikki nú í einum valári. Tað kann møguliga gera, at populistiskir politikarar fara at renna aftaná og taka óumhugsaðar avgerðir á óupplýstum grundarlagi.  

Hvat er tað, ið grundini, man ynskir? Føroyar kundu sikkurt gjørt sum Noreg og stongt allar føroyskar havnir uttan tríggjar fyri russiskum skipum, og tær tríggjar kundu til dømis verið Runavík, Klaksvík og Fuglafjørður. Hvønn mun hevði tað gjørt? Akkurát ongan.

Vit kundu eisini tikið stigið fult út og stongt allar havnirnar fyri russiskum skipum. Hvat hevði tá hent? Jú, tey russisku skipini høvdu siglt aðrastaðni, til dømis til Kirkenes, Tromsø ella Båtsnes í Noregi, ið framvegis eru opnar. Hví er tað so umráðandi, at vit í lítlu Føroyum kvetta øll bond til Russlands, tá nú hvørki øll NATO-londini ella øll ES-londini gera tað sama (havnarstongsulin hjá ES hevur jú undantak fyri matvøruflutningi)? Tað fer bara at ganga út yvir okkum sjálvi.

So hevur onkur sagt, at vit fara at verða dømd av eftirtíðini fyri at hava verið á skeivu síðuni í Ukraina-krígnum. Hetta er ikki bara nakað tvætl; tað er beinleiðis ósatt. Vit eru avgjørt ikki í parti við Russlandi, bara tí vit ikki steingja allar havnir fyri teimum. Líka lítið sum NATO-landið Noreg er í parti við Russlandi, tí norðmenn hava 3 opnar havnir, og líka lítið sum ES-londini, ið hava undantak fyri matvøruflutningi. Ongin teirra er í eini støðu, har tey kunnu døma ella kritisera okkum.

Føroyar eru limur í NATO, og skuldi tað borist so á, at NATO gav boð um fullkomiligan havnarstongsul, so fylgdu vit sjálvandi teimum boðunum. Men har eru vit ikki í dag. Tað er tí burturvið, at summi nærmast krevja, at vit skulu vera tey fyrstu at steingja okkara havnir heilt. Russland hevði onki merkt til tað; russisku fiskiskipini høvdu bara farið til havnir í øðrum NATO- ella ES-londum. Men fyri okkum sjálvi hevði stongsulin verið sera dýrur. 

Latum okkum nú sláa kalt vatn í blóðið og ikki leypa framav við sjálvsskaðiligum symbol- og signalpolitikki, ið seinni saktans kann vísa seg at vera ov dýrtkeyptur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni