Lýsing
Lýsing
Lýsing

Besta KÍ-liðið í 50 ár!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2022 - 15:30 Ítrottur Leiðarin

Í endabrestinum av einum framúr fyriskipaðum og avviklaðum heystfagnaði á Eiði gekk leiðin inn til Margáir. EB/Streymur hevur spælt sera væl í ár, og hevur havt møguleika fyri at taka 4. plássið í landskappingini, sum í ár gevur atgongd til Europa. Men eirindaleysa KÍ-maskinan læt ongan sum helst iva vera um, hvør er meistari. Við seks málum móti ongum setti KÍ met í stigum og køvdi europeiska dreymin hjá felagsliðnum.

 

(Leiðarin úr blaðnum í dag)

 

Metini bara rapla inn hjá KÍ. Í fjør setti fremsta mansliðið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi met við flest skoraðum málum, heili 99 í tali. Somuleiðis setti KÍ í fjør metið fyri størstan málmun, t.e. munurin millum skorað mál og mál ímóti. Tann munurin var heili +87 mál, tí einans 12 mál fyri ígjøgnum hjá Mathias Brinch Rosenørn í árinum. Og hetta var so triðja metið, nevniliga fægst mál latin inn. 

Hóast bæði venjari og spælarar eru ov lítillætnir til at siga tað, so vita vit, at teir hava stílað fram ímóti metinum, sum varð sligið fast við 6-tumma seymi við Margáir sunnudagin 16. oktober. Tá setti KÍ met við at hava fingið flest stig í einum kappingarári nakrantíð, nevniliga 74 stig. Gamla metið átti HB við 73 stigum í 2018. Søgan endar ikki her, tí ein dystur er eftir. Við at knógva ein javnleik ímóti Skála komandi leygardag 22. oktober kemur KÍ upp á 75 stig. Og skuldi tað hent, at KÍ vann dystin, kemur felagið upp á heili 77 stig, ið er púra óhoyrt og verður nærum ógjørligt at taka.

KÍ hevur somuleiðis sett met við flestu dystum uttan mál ímóti sær. Heilar 20 dystir hevur Mathias Rosenørn staðið so mikið stinnur millum málstengurnar, at onki mál er farið ígjøgnum, og tað er ongantíð hent áður í fremstu mansdeildini í føroyskum fótbólti. Gamla metið átti KÍ sjálvt, ið var 18 dystir uttan mál ímóti í 2021.

Onnur met liggja eisini og lúra handan hornið. KÍ hevur í løtuni 74 stig, meðan nummar tvey, ið er Víkingur, hevur 55 stig. Tað gevur ein málmun upp á 19 stig, ið kann gerast met. Í løtuni eigur HB metið, ið er at vinna gull við heili 18 stigum niður til nummar tvey. KÍ er eitt stig frammanfyri tað í løtuni, men her mugu vit ikki selja skinnið, áðrenn ærin er svævað. Har er nevniliga sum sagt ein dystur eftir. 

Eisini er møguleiki fyri, at KÍ verður tað einasta felagið, ið er ósigrað í einum kappingarári. Hetta kom gamaní fyri í gomlu skipanunum við fáum dystum, men tað er ongantíð hent, síðani farið varð yvir til 27 umfør í 2005. KÍ hevur nevniliga ongan dyst tapt í ár, og spæla teir javnt ella vinna komandi leygardag, so skriva teir nýggjari føroyska fótbóltssøgu. 

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hetta er tað besta KÍ-liðið í 50 ár. Og spæla teir soleiðis, sum teir hava spælt í ár og í fjør, so kunnu teir koma bæði upp á liðina av, og møguliga enntá yvirhála, legendariska ’66-liðið hjá KÍ. 

Hjartaliga tillukku, KÍ. Tit eru fantastiskir! Tykkara ótrúliga góða fótbóltsspæl er tað, sum ger, at vit áskoðarar o.o. rundan um felagið trúføst stuðla í einum formati, sum ikki sæst aðrastaðni í Føroyum. Tað frættist av Tórsvølli, at umleið 3.000 atgongumerki eru seld til steypafinaluna, og ikki færri enn 4 bólkar ella sektiónir til KÍ-áskoðarar eru útseldar. 

Tað er av sonnum stuttligt at liva í hesum tíðum og vera KÍ-fjeppari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv