Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta vikuskiftið fer ættin út útnyrðingi eysturum til landnyrðing og so eystan. Vindur fer at minka úr 12 m/s í niður um 5 m/s í morgin. Ælaveður ella regn stóran part av vikuskiftinum. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.11.2022 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Í dag hevur hann ligið høgt. Ættin hevur verið um útnyrðing; miðalvindferðin hevur ligið um 10-12 m/s. Eitt veikt lágtrýst hevur ligið beint eystan fyri Føroyar, og tað er tað, sum hevur givið okum veðrið.

Lágtrýstið fer sín veg eystureftir og fer at vikna í dag og í kvøld, og rákið av luft av útnyrðingi fer at steðga. Eitt annað sera djúpt lágtrýst er á veg hendanvegin úr Canada. Tað fer ikki at raka okkum, men vit fara tó at merkja ein broyting í veðrinum av tí.

Byrjandi við veðrinum í skrivandi løtu (klokkan er 15), so eru 7 til 12 m/s av útnyrðingi, tað regn í stórum partum av landinum, tó turt onkrastaðni. Hitin liggur um 6 til 8 stig.

Sum tað líður út á seinnapartin og í kvøld, fer vindurin at minka eitt sindur, og tað fer at verða turt fyri tað mesta. Á midnátt eru 5 til 10 m/s av útnyrðingi og yvirhøvur turt.

Hitin í morgin fer at liggja ímillum 5 og 9 stig.

Í nátt er aftur ælaveður, vindferðin fer at liggja minka úr 5 til 10 m/s niður um 5 m/s. Í morgin ári fer ættin eystur um norðan til landnyrðing. Á middegi er lítil vindur av landnyrðingi, undir 5 m/s, og ælaveður, og soleiðis kann veðrið væntast at vera seinnapartin eisini og leygarkvøldið.

Sunnunáttina gongur ættin niður í eystan, vindferðin enn tann sama, undir 5 m/s, og tað er ælaveður ella regn. Og hetta er so eisini tað besta boðið uppá veðrið allan sunnudagin.

Hitin sunnudagin fer at liggja ímillum 6 go 9 stig.

Gott vikuskifti.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni
Amarant: Kaffi og kaka fyri einans 50 kr…
Grani TG 325
Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A
Silvarenning 2026
Starvs­venjingin er góð og lærurík
Ein klassikari komin til nútíðina
Føroysk badminton á altjóða fundum
Veðurlagsbroyt­ingar og alivinnan
Sjúklingar skulu hava betri umstøður í K…
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…