Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ arbeiðir við venjaraspurninginum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.11.2022 - 13:56 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) Vit hava hugt eftir, hvat vit mest sannlíkt koma at síggja í KÍ komandi vikurnar.

Nú er ein góð vika gingin síðani tað bleiv greitt, at KÍ skal hava nýggjan høvuðsvenjara. Hetta hendi, tá Fredrikstad úr næstbestu norsku deildini keypti Mikkjal K. Thomassen leysan úr KÍ. Men tað eru eisini aðrir persónar, sum eru farnir. Hjálparvenjarin, Agnar Prestá, kropsligi venjarin, Elisabet Vang, og venjarin á næstbestaliðnum (og kvinnuliðnum), Jens Wedeborg, eru givin í føroyskum fótbólti á hesum sinni. Í hópinum eru Meinhardt P. Joensen, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck og Valerijs Sabala givnir. Enn er óvist, um málverjin Mathias Rosenørn heldur fram, men sum skilst tosa partarnir saman og kanska spælir nýggi venjarin ein leiklut, tá avgerð skal takast á hesum økinum.

 


Leita í Skandinavia

Tað er mest sannlíkt, at nýggi høvuðsvenjarin antin kemur úr Skandinavia ella er ein, sum hevur starvast í Skandinavia, men kanska er úr onkrum øðrum landi. Tað er mest sannlíkt, at talan verður um venjara, sum ikki hevur verið venjari í Føroyum áður. Eisini er sannlíkt, at talan er um venjara við venjararoyndum á rímuliga høgum stigi, men hvussu høgum er torført at siga. Tað veldst kanska eisini um, hvussu long tíð gongur til venjarin verður settur og hvørjir venjarar eru og verða (gevast í sínum feløgum) tøkir. At seta venjara er krevjandi og kann taka tíð, men Norðlýsið skilir, at tað eisini kann ganga skjótt, tí feløg eru í kapping um fleiri av tøku venjarunum, og tá kann eitt felag ikki bíða, um ein møguleiki kemur. So tað kunnu ganga vikur, men tað kann eisini verða fyrsta dagin, at KÍ setur navn á venjaran. Tað er tengt at, hvørjir møguleikar uppstanda.

 

Jóannes Bjartalíð til Fredrikstad?

Beinanvegin sum Mikkjal K. Thomassen bleiv settur sum venjari hjá Fredrikstad, so byrjaðu søgur og tankar at ganga um, hvørs onkrir KÍ-leikarar fóru sama veg. Serliga hevur Jóannes Bjartalíð verið nevndur, eisini í sosialum miðlum í Norra. Men hyggja vit eftir søguni hjá KÍ síðstu árini, so er eingin leikari nakrantíð farin til annað felag, meðan hann hevur havt sáttmála við KÍ. Og sum skilst, so hava fleiri leikarar havt áhuga uttanlands, men har KÍ hevur sagt nei til at feløgini eru sloppin at tosa við leikararnar.

 

Útlendskan kropsligan venjara

At Elisabet Vang fer av landinum ger, at KÍ skal hava nýggjan kropsligan venjara. Hetta er ein venjari, sum næstan øll venjaratoymir hava í 2022. Hjá KÍ er ikki sannlíkt, at ein slíkur kemur úr Føroyum, tí stóru krøvini til ein slíkan gera, at tað mest sannlíkt verður ein útlendskur kropsligur venjari. Tá er sannlíkt, at nýggi høvuðsvenjarin fær ávirkan á, hvør hesin verður. Viðvíkjandi hjálparvenjara, so er kanska meira ivasamt, hvat kemur at henda. Har eru møguleikar í Føroyum og har er sikkurt eisini møguleiki fyri, at ein venjari kemur við sínum venjaratoymi til Føroyar sum kann telja 2-3 fólk.

 

Hvør verður fíggjarliga orkan til leikarar?

Í løtuni eru fýra royndir leikarar givnir, meðan eingin er komin inn. Hvussu nógvir nýggir leikarar koma inn veldst helst um, hvussu fíggjarorkan verður og um nakar leikari afturat fer avstað ella verður seldur. Verður venjaratoymið dýrari enn tað farna, so kann tað gera, at KÍ ikki hevur rásarúm til at styrkja liðið so nógv sum í 2022.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð