Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá Føroyar í 2007 fóru frá 7 valdømum yvir til bert eitt, varð sagt, at minni lokalpolitikkur fór at verða førdur á Løgtingi. Júst tað øvuta er hent.

Eitt miseydnað valdømi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.11.2022 - 12:41 Leiðarin Politikkur

Sagt varð, at við tí eina valdøminum, ið innført varð í 2007 og valt til á fyrsta sinni í 2008, skuldu vit fáa landspolitikarar. Lokalpolitikarar í landspolitikki skuldu gerast ein saga blot; framyvir skuldi landspolitikarar stýra á Løgtingi og lokalpolitikarar í kommununum. Men beint tvørturímóti eru vit endað við beinleiðis havnarflokkum og útjaðaraflokkum burturav.

 

Í øllum rumblinum í Fólkaflokkinum hesa vikuna er úrslitið ikki til at fara skeivur av. Christian Andreasen, Sólvit Nolsøe og Annika Olsen, øll úr Havn, hava kastað handklæðið í ringin. Tað sama hevur nevndin í Havnar Framburðsfelag og formaðurin í huXa, ið býr í høvuðsstaðnum, gjørt. Umboðini Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jørgen Niclasen, øll úr útjaðaranum, standa hinvegin saman um Beinir Johannesen úr Klaksvík. Fólkaflokkurin er vorðin ein útjaðaraflokkur.

Havnarflokkar hava vit havt í eini 10-14 ár. Framsókn, stovnað av fyrrverandi borgarstjóranum í Havn, hevði eina uppstilling, ið ljóðaði uppá 80% úr Suðurstreymoy og 20% úr Eysturoy til fólkatingsvalið. Bæði løgtingsumboðini eru úr Havn. Og til vinstru hava vit Tjóðveldi, har 5 av 6 innvaldum tingfólkum seinasta løgtingsval eru úr Havn ella forstaðnum Hoyvík. Páll á Reynatúgvu er gamaní inni í løtuni, men tað er sum varamaður fyri Kristinu Háfoss úr Havn.

Ikki er neyðugt at tríva aftur í orrusturnar, tá ávikavist Havnin varð “bypassað” í Sjálvstýri og Heini í Kunoy settur uttanfyri í Tjóðveldi. Tær munnu vera almenn vitan.

Nú 15 ár eftir, at vit fingu eitt valdømi, standa vit sostatt við 2 havnarflokkum – Tjóðveldi og Framsókn – og tveimum útjaðaraflokkum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýri.

Niðurstøðan er tí púra greið: Projektið eitt valdømi er miseydnað.

Føroyar hava ongantíð verið meira kloyvdar í útjaðara og miðstað, enn hetta oyggjasamfelagið er í løtuni. Og borgarstjórin í Havn er úti og mjólkar niðurbræðingina í Fólkaflokkinum og oysir diesel á bálið við at heita á komandi Løgtingið um at geva Havnini betri sømdir í landspolitikkinum. Kloyvingin í sentrum og periferi stendur við og versnar.

Veruleikin er tann, at vit føroyingar stóðu nógv betur saman um Føroyar sum land og sum eitt felags samfelag, tá ið vit høvdu fleiri valdømi. Politikararnir vistu, at hvussu so víkti og vendi, so fingu øll økini í landinum umboðan á Løgtingi. Nú er ongin vissa fyri tí longur, og tí noyðast teir at kempa fyri sínum øki – og sínum egna tilverugrundarlagi – hvørt einasta valskeið, annars kann umboðanin hjá økinum minka ella enntá hvørva heilt. Til ber ikki at hvíla á laurberjunum og lata eitt annað øki fáa sítt eitt valskeið.

Fyri veljaran er støðan uppaftur meira grell. Fyrr vistu norðoyingar og suðuroyingar, at teir fingu 4 umboð á Løgting óansæð hvat. Vágafólk, norðstreymoyingar og sandoyingar vistu, at tey fingu 2 umboð óansæð hvat. Hendan tryggleikan hava økini ikki í dag, og tí er veljarin noyddur at hugsa taktiskt fyri at økið hjá honum skal fáa so sterka umboðan sum gjørligt. Vit eru polariserað í útjaðara og miðstað sum ongantíð áður, fyrst og fremst vegna miseydnaða projektið eitt valdømi.

Komandi Løgting eigur at viðgera spurningin um at venda aftur til fleiri valdømi aftur. Við tryggleikanum fyri, at økini óansæð hvat fingu umboðan á ting, nýtist veljarin ikki at hugsa so taktiskt og fær hugsavnað seg um tað politiskt hugsjónarliga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen